Hoyr fer at kanna títtleikan av tinnitus í Føroyum

Granskingarráðið hevur játtað 193.054 kr. í stuðli til eina verkætlan hjá Hoyr við heitinum, Títtleikin av tinnitus í Føroyum, og hvussu tinnitus kann ávirka arbeiðsførleikar

Gransking. fo skrivar, at Jensia Brodersen er verkætlanarleiðari. Annika Helgadóttir Davidsen er fakligur vegleiðari.

 

Hjá Hoyr siga tey m.a. soleiðis um verkætlanina:

 

“Við hesi verkætlan fara vit at kanna, hvussu nógvir føroyingar hava tinnitus og hvussu hetta ávirkar teirra arbeiðslív. Við spurnakanning á netinum (Tinnitus-kanning) ætla vit at finna útav, á hvønn hátt tinnitus ávirkar arbeiðsdagin, arbeiðsorkuna og í síðsta enda arbeiðsmarknaðin. Vit hava onga vitan ella hagtøl um tinnitus í Føroyum, ella um, hvussu tað ávirkar arbeiðslív og arbeiðsmøguleikar hjá fólki við tinnitus. Heldur ikki vita vit, um tað eru serligir yrkisbólkar, sum eru meiri útsettir enn aðrir fyri at fáa tinnitus. Her verður serliga hugsað um tey, sum arbeiða í nógvum gangi, t.d. maskinfólk á sjógvi og landi, tónleikarar, námsfrøðingar o.s.fr. Ongar kanningar av hesum slag eru gjørdar í Føroyum áður. Tí verður hendan tann fyrsta av sínum slag. Kanningarúrslitini kunnu fáa týdning fyri arbeiðstakarar, arbeiðsgevarar og umhvørvið, sum arbeitt verður í.”

 

Stuðul til arbeiðsmarknaðarátøk

 

Granskingarráðið fekk í 2022 slakar 10 mió. kr. til kanningar og gransking í arbeiðsmarknaðarviðurskiftum.

 

Stuðulin er ætlaður verkætlanum, sum yvirskipað fara at gagna arbeiðsmarknaðinum frameftir. Tað kann bæði vera gransking, sum fevnir um allan arbeiðsmarknaðin, og um gransking sum hevur serligan týdning fyri starvsfólk í ávísum vinnum ella á ávísum starvsøkjum.

 

Virkisøkið er ikki avmarkað, men tað er ein treyt, at talan er um gransking í viðurskiftum, sum eru viðkomandi fyri partarnar á arbeiðsmarknaðinum, ella gransking í øðrum arbeiðsmarknaðarviðurskiftum, sum tørvur er á at fáa lýst.

 

Talan er um tvær skipanir við ymiskum umsóknarfreistum. Komandi freistirnar eru:

 

Stuðul til gransking – freist 17. februar 2025.

Stuðul til kanningar – freistir 1. mai og 1. november 2025.

 

Higartil er stuðul játtaður til 6 kanningarverkætlanir og eina granskingarverkætlan.

 

Les meira her