Í dag vóru fimm umboð fyri grønlendsku námsfrøðiútbúgvingina á vitjan á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya fyri at leita sær íblástur, skrivar setur.fo.
Grønlendska námsfrøðingaútbúgvingin skal í næstum hava nýggja námsskipan, og í tí sambandi komu fimm umboð frá Socialpædagogisk Seminarium í Grønlandi í dag á Námsvísindadeildina á Setrinum. Gestirnir vildu hoyra um útbúgvingarskipanina í Føroyum við serligum denti á bachelorútbúgvingina í námsfrøði, sum verður boðin út á Setrinum.
Framløgur vóru á skránni um hægri lestur í Føroyum og um útbúgvingarnar, sum Námsvísindadeildin veitir, og síðani var orðaskifti um, hvussu Norðurlond kunnu fáa fleiri ungdómar at velja lestur í námsfrøði, har tørvurin er so stórur og týdningurin við.
Lesið meira um grønlendsku útbúgvingarnar her.
Og lesið um og søkið inn á føroysku námsfrøðiútbúgvingina her.