Nations League: Føroyar hava eina greiða favorittstøðu móti Gibraltar

Her eru oddsini upp á dystin millum Føroyar og Gibraltar

Í morgin klokkan 17 spæla kvinnulandsliðini hjá Føroyum og Gibraltar dyst í bólki 1 í Nations League deild C. Dysturin verður spældur á Tórsvølli.

Dysturin sæst á KVF, og FM1 sigur beinleiðis frá dystinum.

Farna fríggjakvøld vunnu Føroyar 2-0 á Moldova, og sama kvøld tapti Gibraltar á heimavølli 0-8 fyri Slovakia.

Føroyar vunnu 25. februar 1-0 á Gibraltar.

Altjóða veddingarfyritøkur, ið lata odds upp á dystin hava eina greiða favorittstøðu til Føroyar.

Oddsini upp á føroyskan heimasigur liggja millum 1,08 og 1,10.

Oddsini upp á javnleik liggja millum 8,00 og 8,30.

Oddsini upp á gibraltiskan útisigur liggja millum 19,00 og 26,00.

So her er talan um eina stóra favorittstøðu hjá okkara kvinnum.

HER eru oddsini: