Føroyingaliðið í næstbestu íslendsku fótbóltsdeildini, Njarðvík sum hevur Kaj Leo í Bartalsstovu og Martin Klein Joensen í hópinum spældi í kvøld dyst á útivølli í Lengjabikaranum.
Dysturin móti HK endaði við javnleiki 2-2. Njarðvík var aftanfyri 0-2 í steðginum, men megnaði at koma sterkt aftur í seinna hálvleiki.
HK - Njarðvík 2-2 (2-0)
1-0 Arnþór Ari Atlason ('34 )
2-0 Ívar Örn Jónsson ('42 )
2-1 Oumar Diouck ('60 )
2-2 Oumar Diouck ('76 )
Kaj Leo og Martin vóru við frá dystarbyrjan. Martin legði upp til fyrra málið hjá Njarðvík.
Njarðvík er nummar fimm av teimum seks liðunum í bólki 3 í Lengjubikarunum við einum stigi aftaná tveir dystir.
Komandi mikukvøld spælir Njarðvík á útivølli móti KR, ið er oddalið í bólki 3.