Norski krúnprinsurin vitjar Zelenskyj í Kyiv

- Vit eru hugtikin av tínari leiðslu. Tit hava staðið ímóti innrás og aggressión, segði Haakon um leiðsluna hjá ukrainska forsetanum

 

Í dag tók ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, ímóti norska krúnprinsinum, Haakon, uttanfyri St. Sofia-katedralin í Kyiv.

 

- Vit eru ógvuliga takksom fyri at hava teg her. Tað er ein framíhjárættur, segði ukrainski forsetin, tá hann bjóðaði krúnprinsinum vælkomnum um middagin, lokala tíð í dag.

 

Norski krúnprinsinum spardi ikki orðini um Zelenskyj.

 

- Vit eru hugtikin av tínari leiðslu. Tit hava staðið ímóti innrás og aggressión, segði Haakon um leiðsluna hjá ukrainska forsetanum eftir allan ágangin úr Russlandi.

 

Volodymyr Zelenskyj brúkti eisini høvi at takka krúnprinsinum fyri stuðulin úr Noregi.

 

- Vit eru ógvuliga takksom. Tit hava stuðlað okkum heilt frá byrjanini, segði ukrainski forsetin við norska krúnprinsin, veit norska kringvarpið NRK at siga í dag.