Nú fáa nøkur tilboð um at verða koppsett fyri fjórðu ferð

Tilboðið er til fólk við ávísum sjúkum

Fólk við veikari immunverju fáa nú tilboð um at verða koppsett fyri koronu fyri fjórðu ferð. Tað boðar sjúkrahúsverkið frá beint nú, og endamálið er at verja fólk ímóti at verða álvarsliga sjúk, verða tey smittað. Ein treyt fyri at fáa ta fjórð sproytuna er, at tað eru í minsta lagi tríggir mánaðir síðan at viðkomandi fekk a triðju sproytuna

 

Sjúkrahúsverkið sigur, at hetta er eitt tilboð til fólk við ymsum illkynjaðum blóð- og mergsjúkum, fólk við ávísum álvarsomum giktasjúkum, fólk, sum hava fingið transplantasjón, fólk í dialysuviðgerð og fólk, sum eru viðgjørd við heilivági, ið tálmar immunverjuna, ella sum nýliga hava fingið kemoviðgerð.

 

Hjá teimum, sum eru koppsett, er støðan tann, at  andevnum í móti koronu fellur so líðandi sum tíðin gongur. Tískil viknar verjan, samstundis sum nýggi omikron-varianturin økir um vandan hjá fólki at verða smittað. Tey, sum kunnu fáa fjórðu sproytuna, skulu IKKI bíleggja tíð, tí tey tey verða fáa eina innkalling frá Sjúkrahúsverkinum.