Nú verður skjótari at fáa pakkan heim

Nú kunnu ikki bara TAKS, men eisini flutningsfeløg tollavgreiða pakkar til borgarar, um tey eru góðkend sum speditørar.

Tað hendir við kunngerð, sum TAKS og Fíggjarmálaráðið hava tikið stig til.

Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, væntar, at hetta kann gerast eitt framstig fyri øll.

 

– Við nýggju kunngerðini fáa flutningsfeløgini nýggjar møguleikar, TAKS fær betri tíð til eftirlitsarbeiðið – og borgarin fær pakkan skjótari heim, sigur landsstýriskvinnan.

 

Kunngerðin er lýst, og nýggja skipanin er nú komin í gildi.