Um middagin í dag verður reisigildi í Klaksvík, tá nýggja hotellið verður reist.
Tað er byggifyritøkan, Kanjon, sum hevur høvuðsarbeiðstøkuna, og nú hotellið verður reist, verður eisini gjørt nakað burturúr.
Onkrar røður verða hildnar, og navnið á hotellinum verður avdúkað.
Tom Silvurdal, framleiðsluleiðari hjá Kanjon, sigur, at byggingin byrjaði í februar í fjør, og einaferð næsta ár stendur hotellið liðugt og klárt at taka í nýtslu.
Tað verður Kristian Martin Rasmussen, sum fer at avdúka, hvat navnið á hotellinum verður, og hann fer eisini at siga nøkur orð við høvið.
Soleiðis, sum In.fo skilir í morgun, fer Jan Petersen, stjóri hjá Christiani í Grótinum, at eisini at siga nøkur orð, og tað fer borgarstjórin í Klaksvíkar kommunu, Karl Johansen, eisini.
Stjórin í Kanjon, Kjartan Hansen, fer eisini at greiða frá byggiverkætlanini.
Tom Silvurdal sigur, at tað verða tilsamans 83 kømur í nýggja hotellinum, og her verða eisini onkrar hotelsvitur. Tað er kendi arkitekturin, Ósbjørn Jacobsen, sum hevur teknað nýggja hotellið í Klaksvík.
Klaksvík hevur eisini fingið mentanarhúsið Varpið, og her hava longu verið nógv ymisk tiltøk, sum í størri mun enn áður hava sett Klaksvík og Norðoyggjar á Føroyakortið.
Nú býurin eisini fær eitt nýtt hotell, verður alt norðurøkið lyft upp á eitt heilt annað stig - eisini innan mentan og gistingarvirksemið - enn áður hevur verið kent í økinum.
Nýggja hotellið verður bygt soleiðis, at stórur dentur verður lagdur á vælveru.
Konseptið er, at ferðafólk skulu kunnu fara út at uppliva náttúruna og koma so aftur á gistingarhúsið og fáa alla vælveru og góðan mat.
Tað verður Gist & Vist, sum fer at standa fyri rakstrinum av nýggja hotellinum í Klaksvík.
##med2##
##med3##