Nú er sonevndi kudoa-sníkurin funnin í útróðrarfiski í Noregi. Sníkurin ger fiskin bleytan, gelé-kendan og nærmast flótandi. Mynd: Havgranskingarstovnurin.

Nýggjur sníkur ger fiskamatin "flótandi"

Sníkurin setir seg í vøddavevnaðin í fiskinum, sum verður bleytur og gelé-kendur.

Nú er sonevndi kudoa-sníkurin funnin í útróðrarfiski í Noregi. Sníkurin ger fiskin bleytan, gelé-kendan og nærmast flótandi. Mynd: Havgranskingarstovnurin.

Sagt verður um kudoa-sníkin, at hann er mikroskopiskur og finst í fleiri fiskasløgum kring heimin.

 

Áður hevur sníkurin verið ávístur í eitt nú makreli í Norðsjónum, men sum skilst, er hann ikki staðfestur í eitt nú toski og alifiski áður.

 

Nú veit norski Havgranskingarstovnurin at siga, at kudoa-sníkurin er staðfestur í útróðrarfiski og toskinum, sum norðmenn rópa "skrei".

 

Sníkurin, sum ger fiskin bleytan og nærmast gelé-kendan, er ikki vandamikil fyri menniskju, tó at tað ikki sær átuligt út, har sníkur setir seg á fiskin.

 

Havgranskingarstovnurin sigur á síni heimasíðu, at granskarar higartil bara hava funnið sníkin í makreli, men nú er hann so eisini funnin í toski.

 

Í apríl í ár varð kudoa-sníkurin funnin í útróðrarfiski í ymiskum økjum úr Skagerak til Lofoten.

 

Sníkurin setir seg í vøddavevnaðin.

 

Tá fiskurin doyr, gera ensymir - ella kveiki - fiskin bleytan og gelé-kendan, soleiðis at maturin í fiskinum nærmast verður "flótandi".

 

Meira um hetta kann lesast á www.kystmagasinet.no

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Nú er sonevndi kudoa-sníkurin funnin í útróðrarfiski í Noregi. Sníkurin ger fiskin bleytan, gelé-kendan og nærmast flótandi. Mynd: Havgranskingarstovnurin.