Tá løgreglan kom á staðið, var persónurin farin. Hann hevði verið sera illur og óhøviskur og hevði gjørt fortreð, greiddu tey løgregluni frá.
Løgreglan fekk kortini ikki fatur á viðkomandi.
Annars sigur vaktleiðarin, at tað var friðarligt í býnum í Havn í nátt.
Okkurt upptrekk var til ófrið uttan fyri Sirkus, men tað vóru fólk, ið deildust, og tað bleiv ikki til bardaga, og tí var eingin sak burtur úr tí, sigur vaktleiðarin á polititstøðini í Havn.