Tað eru ongar ítøkiligar ætlanir um at taka stig til at byggja næmingaheim við Heilsuskúla Føroya í Suðuroy.
Tað sigur Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður, í svari til Dennis Holm, løgtingsmann, sum hevur sett hon ein grein 52a fyrispurning um málið.
Dennis Holm spurdi stutt og greitt, um landsstýrismaðurin ætlar at taka stig til, at tað verður bygt eitt næmingaheim við Heilsuskúla Føroya.
– Í verandi løtu eru ongar ítøkiligar ætlanir um at taka stig til at byggja næmingaheim við Heilsuskúla Føroya. Sambært Heilsuskúla Føroya hevur tað ikki verið nakar stórvegis trupulleiki hjá næmingum at finna bústað, og hevur skúlin í hesum sambandi gjørt eina undirsíðu á heimasíðu sínari, har útleigarar kunnu bjóða bústaðir út til næmingar, sigur Djóni Nolsøe Joensen.
– Hugsanin er, at henda síða miðlar samband millum útleigarar og leigarar. Tað er tó ikki óhugsandi, at tørvur verður á fleiri næmingabústøðum, nú umsøkjaratalið til Heilsuskúla Føroya er vaksið, sigur hann og leggur afturat, at hann er sinnaður at taka málið upp, um so er, at tað vísir seg at vera ein størri tørvur.
– Harumframt skal vísast á, at lestrarbústaðir eisini eru partur av virkseminum hjá bústaðarfelagnum Bústaðir, og er ein møguleiki í hesum sambandi at taka stig til at kanna tørvin og møguleikarnar saman við Bústøðum.
– Nevnast skal eisini, at privat vinnurekandi hava áhuga fyri at fara undir at byggja ella leiga út bygning til næmingaheim, sigur Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður.