Næstbesta liðið hjá EB/Streymi er í dag í Sørvági. Merkisvert er tað, at ein nýggjur maður er á liðnum hjá EB/Streymi.
Talan er um Jógvan Elmarsson Ósá. EB/Streymur hevur leigað Jógvan restina av hesum kappingarárinum frá HB. Sáttmálaskeiðið hjá HB og Jógvan E. Ósá verður av, tá ið hetta kappingarárið verður liðugt.
20 ára gamli Jógvan Elmarsson Ósá er uppvaksin í HB, og fyrr í ár var hann tríggjar ferðir skiftur inn á besta liðið, har hann sambært FaroeSoccer er skrásettur at hava spælt 10 dystir.
Í næstbestu deildini hevur Jógvan Elmarsson Ósá spælt 70 dystir. Í ár eigur HB ikki pláss í næstbestu deildini.
Fyrr í ár varð Jógvan roknaður at vera ein av ungu monnunum, sum kundi fáa fleiri dystir á besta HB liðnum. Síðani venjaraskiftið og góðu gongdina nógvu tær seinastu ferðirnar hevur Jógvan ikki verið á besta liðnum, og nú er hann leigaður til EB/Streym. EB/Streyma venjarin Sigfríður S. Clementsen hevur so mangan víst, at ungir spælarar, sum eru leigaðir úr øðrum feløgum, fáa møguleika á besta liðnum at vísa, hvør dugur er í teimum.