Pakistan: Herurin fingið grønt ljós at leypa á

Eitt pakistanskt álop skal verða eitt aftursvar upp á tað, sum hendi seint í gjárkvøldið, tá India leyp á

Eftir álopið á Pakistan seint í gjárkvøldið, veit Reuters at siga, at pakistanski herurin nú hevur fingið grønt ljós fyri at hevna indiska álopið.

 

Eitt pakistanskt álop skal verða eitt aftursvar upp á tað, sum hendi seint í gjárkvøldið. 

 

Annars frættist í nátt, at pakistanski herurin hevði skotið tvey indisk hernaðarflogfør niður.

 

- India hevur byrjað eitt "inferno" - eitt helviti - í økinum, stendur í einari fráboðan frá pakistanska trygdarráðnum, veit Reuters at siga.

 

Eftir indiska álopið í nátt verður sagt úr Pakistan,  at í minsta lagi 26 lótu lív í álopinum.

 

India sigur, at málið við álopinum var at raka undirstøðukervið hjá yvirgangsfelagsskapum í Pakistan.

 

Her fæst eitt ávíst innlit í støðuna millum India og Pakistan - https://www.in.fo/news-detail/india-hevur-lopid-a-fleiri-mal-i-pakistan