Pippi 80 ár í dag

Í dag fyllir Pippi Smokkuleggur hjá Astrid Lindgren 80 ár. Føðingardagurin verður hildin á Bókasavninum við Løkin og á Stranda bókasavni

Føðingardagurin hjá Pippi verður hildin klokkan 17:00 á bókasavninum á Strondum. Har verður søguløta við bókini Kennir tú Pippi Langsokk. Eftir hetta verður filmur um Pippi vístur í Borgini í skúlanum, og okkurt lekkurt verður afturvið.

 

Møguligt verður eisini at fara á eina Pippi-postarenning í bygdini.

 

Tiltakið er partur av árligu Kom út vikuni, sum Sjóvar kommuna skipar fyri. 

 

Á Bókasavinum við Løkin verður eisini søguløta í dag. Søgur um Pippi verða lisnar upp klokkan 16:30.