REIÐMENN 2025: Ein Íslandsferð

Heystið 2016 spurdi grannin, Kjartan Mohr, úr kendu rossafamiljuni, meg, um eg hevði  hug at koma við teimum til Íslands at ríða í eina viku summarið 2017.

Ein Íslandsferð

 

Eftir áheitan hevur Mads A. Winther skrivað okkum hesa ferðafrásøgn

 

Skrivað hevur Mads A. Winther

 

Eg svaraði honum, at eg aldri hevði riðið, men hann var skjótur at svara, ”tú dugir at syngja!”. Endin varð so, at eg meldaði meg til, og kom so á mín fyrsta ríðitúr, 71 ára gamal. Tíverri kom Kjartan sjálvur ikki við á túrin, tí hann doyði sama heyst.

 

Eg havi verið á 2 túrum við kenda bóndanum Haukur Súska Garðarson, av garðinum Hvammur 2 í Vatnsdali. Føroyski fyriskiparin var í báðum førum, eins og í ár Mouritz Mohr, og íslendska felagið, sum bóndurnir eru limir í, og eiga eitur Íslandshestar.

 

Fyrri túrurin var úr Vatnsdali yvir um Kjøl, og endaðu við Geysir, 24 mans, og í 2023 riðu vit á Norðurvesturlandinum, tá vit byrjaðu og endaðu í Hvammi, 28 mans. Felags fyri báðar túrarnar var, at teir vóru sera væl skipaðir, veðrið var gott, og rossini vóru framúr.

 

##med2##

 

SUMMARIÐ 2025

 

Tað vóru 19 mans teknaðir til túrin. Flestu vóru vanir reiðmenn, og høvdu verið við á so at siga øllum túrunum, og so vóru vit nakrir amatørar, sum ikki vóru so tryggir á rossunum og tí byrjaðu fyrireikingarnar við, at nakrir fáir fingu serundirvísing hjá Berg Hestum.

Túrurin í ár var á Suðurlandinum. Bóndin var Hannes Gestsson á garðinum Kálfhóll 2, eystanfyri Selfoss. Hann eigur umleið 200 ross.

Tá flogfarið lendi í Keflavík, stóð bussurin hjá Hannesi fyri ferðalagnum, og á veg eystur varð steðgað við 2 sera týdningarmikil støð: Vínbúðin, og eini hestabúð við rossaútgerð.

Tá var lagið longu vorðið so gott, at onkur, er hann nevndur er hann kendur, av ovfarakæti keypti sær hvítar reiðbuksur, sum hann fekk at hoyra nógv fyri á reiðtúrinum.

Allar 6 ríðidagarnar var rutinan tann sama: fyrst ein góðan morgunmat við havragreyti og øllum góðum. Samstundis smurdu vit okkum matpakka, sum fór í saðiltaskuna saman við vatndunki og/ella dósum úr Vínbúðini, og nakað av turrum fiski. Síðani varð farið til rossini, og har varð føst útgerð útflýggjað: saðil og múlareim, og oljuklæðir, um neyðugt.

Veðurtíndini vórðu eitt sindur ivasom, men veðrið tók seg so væl upp, at oljuklæðini endaðu í saðiltaskunum. So vórðu vit róptir upp, at fáa rossið útflýggjað, og tað kundi taka eina góða løtu, til allir vóru klárir at fara ”á bak”. Meðan vit sótu í saðilinum, sungu vit hvønn dag ein morgunsang áðrenn vit fóru avstað. Í heila tikið varð nógv sungið. Og gloymdu vit at syngja, onkran morgun, vóru vit, av íslendingunum mintir á tað, og sungu so seinni á degnum.

Bóndahjúnini høvdu eini 5 hjálparfólk við hvønn dag. Tað vóru ungar kvinnur úr Týskalandi og Svøríki, og tað má sigast, at tey røktu rossini fyrimyndarliga væl, og kendu lyndið í rossinum sera væl, so at hvør maður fekk eitt ross, sum passaði til hansara støði, og um rossið var ágrýtið, og egnað til at ríða í fremra bólkinum, ella um tað var meira róligt, og kundi vera í aftara bólkinum, aftanfyri leysu rossini. Hvørja ferð vit sótu á rossunum, klárir at fara, gingu tær runt og smurdu vaselin í kinnklovan á rossunum, har meilin tekur. Ein góð detalja. Fyrsta dagin var túrurin ikki so langur, 20 km, og vit brúktu bert eitt ross. Endamálið var at vita, um útgerðin tú hevði fingið var tann rætta, og um alt var rætt justerað, og at vit og hjálparfólkini fingu eina hóming hvør av øðrum. Túrurin gekk oman ímóti Þjórsá, og síðani niðan framvið ánni, við steðgum. Vit endaðu aftur í sama staði, og so var klárt at fara sjálvan túrin.

 

##med4##

Næstu dagarnir vóru nokkso líkir: eini 5 av okkara vórðu valdir at ríða í fremra bólkinum, so komu leysu rossini, og so restin av okkum aftanfyri at samla upp. Bóndin segði at har vóru 89 ross tilsamans, so tað var ein stórur floti. Hannes átti tey flestu, men hevði eisini lánt vand ross frá vinmonnum. Í steðgunum vórðu leysu rossini fyrst rikin inn í eina fyrbils gyrðing, og so tóku vit saðilin av okkara sveittuta rossi, og leiddu tað eisini inn í gyrðingina. Vit brúktu hvør 3 ross hvønn dag, og í steðgunum umrøddu vit rossini, hvussu nøgdir vit vóru við tey. Summir vóru sera fegnir um ross, sum tøltaðu uttan trupulleikar, aðrir søgdu kanska at tað var eitt treiskt asin, ein trampari sum teir høvdu fingið, men flestu vóru væl nøgdir.

 

##med3##

 

Vit riðu í ein landnyrðing, fyrst í láglendinum, við runnakjarri, og endaðu í Landmannahellum, uppi í fjøllunum, har lítil vøkstur er . Har lógu vit allir og snorkaðu í einum og sama rúmi, men væl gekst. Har uppi var einki fartelefon-samband. Úr Landmannahellum riðu vit so inn í sera vælkenda staðið Landmanna-laugar, har ein stórur heitur løkur er, og sum er eitt sera nógv vitjað ferðamál. Í heita løkinum lógu vit so væl og leingi til vit so aftur riðu til Landmannahellir at gista áðrenn heimferðin byrjaði Á veg heimaftur gistu vit í Hólaskógi, og har vóru vit bara 8 í hvørjum rúmi, og brúsubað!

Síðsta dagin fingu vit høvi at ynskja okkum hvørji 3 ross vit vildu hava, og eg fekk øll míni ynski: Kná, Tornado og Rispa. Serliga tann síðsta var ein dreymur at ríða á.

Túrarnir vóru millum 32 og 38km til longdar, tilsamans 192km fyri vikuna.

Hetta var eitt sindur um sjálva ríðingina, men tað sum var minst líka týdningarmikið var hugnaliga samveran, bæði í hvíldarsteðgunum og um kvøldið. Ótrúligt sum menn dugdu væl at siga frá, hugna sær og hava tað stuttligt. Nógvar søgur og lugarprát. Eg havi sjáldan flent so nógv og so leingi. Eg hevði andsperru í flagbróstinum tá eg kom heim. Ein framúr túrur.

 

##med5##

 

Mads A. Winther 79 ár og Tornado