Evropeiskir ríkisleiðarar vitja í Kyiv

- Saman við USA heita við á Russland um at góðtaka eina treytaleysa vápnahvíldaravtalu í 30 dagar, sigur fýra evropeiskir ríkisleiðarar, sum í dag eru í Kyiv

Í dag vitja fýra evropeiskir ríkisleiðarar í ukrainska høvuðsstaðnum, Kyiv.

 

Leiðararnir eru nýggi týski kanslarin, Friedrich Merz, franski forsetin, Emmanuel Macron og bretski forsætisráðharrin, Keir Starmer.

 

Teir eru komnir í toki úr Póllandi í morgun, og seinni skulu teir eisini hitta ukrainska forsetan, Volodymyr Zelenskyj.

 

Sagt verður, at pólski forsætisráðharrin, Donald Tusk, eisini er við á ferðini til Ukraina.

 

- Saman við USA heita vit á Russland um at góðtaka eina treytaleysa vápnahvíldaravtalu í 30 dagar.

 

Teir fýra ríkisleiðararnir siga, at hesir 30 dagarnir skulu skapa møguleikar fyri samrøðum um varandi og rættvísan frið millum Russland og Ukraina.

 

Tað er norska kringvarpið - NRK - sum ber hesi tíðindi úr Ukraina í morgun.