Tað verður ikki føroyingaliðið, Bryne, ið hevur Rógva Baldvinsson og Noah Mneney í hópinum, sum skal spæla Play Off dyst móti Kongsvinger um rættin at spæla móti triðniðasta liðnum í bestu norsku fótbóltsdeildini um rættin at spæla í bestu deildini komandi kappingarár.
Bryne tapti í kvøld Play Off dystin móti Kristiansund, ið var leiktur í Kristiansund.
Aftaná vanliga leiktíð stóð á jøvnum 1-1. Kristiansund legði seg á odda 1-0 stutt aftaná steðgin. Portugisarin, Duarte Moreira javnaði til 1-1 tá eitt lítið korter var eftir av vanligu leiktíðini.
Noah kom á vøllin tá longda leiktíðin byrjaði, og Rógvi kom á vøllin tá níggju minuttir vóru eftir.
So bleiv brotssparkskapping, og Rógvi var annar skjúttin hjá Bryne, men ólukkutíð fyri Bryne bjargaði eykamálverjin hjá Kristiansund, Sean McDermott sum var skiftur inn fyri at verja málið hjá Kristiansund í brotssparkskappingini. Við VG sigur Sean McDermott, at hann takkar Várharra fyri, at hann gav honum mentalu styrkina til brotssparkskappingina.
Kristiansund setti fýra av fýra brotsspørkum í netið, meðan Duarte Moreira eisini brendi fyri Bryne tá hann sendi bóltin á tvørstongina, og so endaði brotssparkskappingin 4-2 til Kristiansund, ið sostatt vann ein 5-3 sigur.
Tað verður tí Kristiansund, ið fer at spæla Play Off dyst móti Kongsvinger á útivølli komandi vikuskiftið.