Í kvøld letur Maggie's í Nólsoy dyrnar upp til eitt tiltak, ið fevnir um bæði film og konsert.
Høvuðspersónurin til tiltakið er vestmenningurin Róin Siggertsson - tí filmurin snýr seg um hann, og aftaná filmsýningina verður konsert við Róin saman við Arnold Ludvig.
- Pianobar við dugnaliga roWan, ið kemur at undirhalda við Arnold Ludvig á bass. RoWan aka Róin Siggertsson, er ein fantastiskur sangari og tolkari av kendum løgum, og er kanska tað tættasta vit føroyingar koma Motown. Í hesum sambandi vísa vit eisini filmin um júst sama mann klokkan 19.00. Eftir sigandi ein fantastiskur filmur, sigur Terji Rasmussen, sum eigur og rekur Maggie's.
Heitið á filminum er "RÓIN - Spælimaðurin við heimsins enda".
##med2##
Filmurin lýsir lívs- og tónleikaferðina hjá Róini, sum eftir nærum 30 ár burtur heiman, stríðist við at finna fótafestið í heimbygdini. Tað er tó ikki lætt at flyta heimaftur, og hann endar í ovurnýtslu av bæði øli og resept heilivági. Kanska er loysnin at fara til Danmarkar aftur; men so hendir tað óvæntaða – hann skal vera pápi, og hetta setur hann á eitt vegamót.
Higartil hevur filmurin verið vístur í Keypmannahavn, Århus, Aalborg, Vestmanna og í Havn.
Filmurin var fyri kortum vístur í OY í Havn, har umleið 200 fólk løgdu leiðina framvið. Her eru nakrar myndir, sum Rani Joensen frá Tindra tók tað kvøldið.
##med3##
##med4##
##med5##