Rubio: Ukraina-fundirnir ganga ikki fram uttan Trump og Putin

Tað verður einki nýbrot í fundinum millum Russland og Ukraina uttan Trump og Putin, sigur amerikanski uttanríkisráðharrin.

Amerikanski uttanríkisráðharrin, Marco Rubio, tosar við tíðindafólk eftir ein óformligan fund millum uttanríkisráðharrarnar hjá NATO í Antalya í Turkalandi í dag undan væntaðum samráðingum millum eina ukrainska og eina russiska sendinevnd í Istanbul. - Mynd: Umit Bektas/Ritzau Scanpix

Amerikanski uttanríkisráðharrin, Marco Rubio, minkar um væntanirnar um eitt gjøgnumbrot í samráðingunum millum Russland og Ukraina í Istanbul hesa vikuna.

Einans við beinleiðis samráðingum millum amerikanska forsetan, Donald Trump, og russiska forsetan, Vladimir Putin, ber til at ganga framá, heldur Rubio.

Tað segði hann við journalistar hósdagin í Antalya í Turkalandi, har hann luttók á einum NATO-fundi.

- Eg skal vera erligur. - Vit hava ikki stórar væntanir til tað, sum hendir í morgin, sigur Rubio.

- Mín meting er, at vit ikki fáa nakað gjøgnumbrot her, fyrr enn Trump forseti og Putin forseti hava beinleiðis samband um hetta málið, heldur Rubio fram.

Líknandi boð komu fyrr í dag frá Trump.

- Einki fer at henda, fyrr enn eg og Putin seta okkum saman, okay, segði Trump fyrr í dag, sambært Financial Times.

Russland hevur sent sendinevnd við tveimum vararáðharrum á odda.

Forsetin í Ukraina, Volodymyr Zelenskyj, hevur ferðast til Turkalands og hevði boðið Putin at koma at hitta seg í Istanbul.

Rubio leggur afturat, at hann fer at hitta ukrainsku sendinevndina í Istanbul í morgin.

Samstundis skal hann eisini hitta turkiska starvsfelagan, Hakan Fidan.

 

/Ritzau/

 

 

 

Amerikanski uttanríkisráðharrin, Marco Rubio, tosar við tíðindafólk eftir ein óformligan fund millum uttanríkisráðharrarnar hjá NATO í Antalya í Turkalandi í dag undan væntaðum samráðingum millum eina ukrainska og eina russiska sendinevnd í Istanbul. - Mynd: Umit Bektas/Ritzau Scanpix