Tað skrivaði Volodymyr Zelensky, forseti, á sosiala miðlinum X. Hann kallaði tað eitt massivt álop.
- Tað er mitt á vetri, og málið hjá russum er óbroytt: okkara orkuinfrakervi. Millum teirra mál vóru gass- og el-anlegg, sum skulu tryggja, at fólk okkara kann liva eitt vanligt lív, skrivar Zelenskyj.
Í vestara økinum Lviv, sum hevur mark móti Póllandi, eru tvey støð við "kritiskum undirstøðukervi" rakt. Tað sigur guvernørurin í økinum, sambært tíðindastovuni AFP.
- Til alla lukku fekk eingin skaða, men skaði er, sigur Maksym Kozytskyj, landsstýrismaður.
/Ritzau/