Pavlo Palisa, varaleiðari á ukrainsku forsetaskivstovuni, var við í friðarsamráðingum í Saudi Arabia, har hann umboðaði ukrainsk áhugamál

Russar skulu ikki diktera støddina á ukrainska herinum

- Eingin - og heldur ikki álopslandið Russland - skal dikitera Ukraina, hvussu stórt hervald vit skulu hava, sigur varaleiðarin á forsetaskrivstovuni hjá Volodymyr Zelenskyj, Pavlo Palisa

Pavlo Palisa, varaleiðari á ukrainsku forsetaskivstovuni, var við í friðarsamráðingum í Saudi Arabia, har hann umboðaði ukrainsk áhugamál

- Ukraina fer ikki av góðtaka avmarkingar í landsins hermegi í friðarsamráðingunum við Russland.

 

Tað sigur varaleiðarin á forsetaskrivstovuni hjá Volodymyr Zelenskyj, Pavlo Palisa.

 

- Hetta er okkara reyða linja í friðarsamráðingunum, sigur hann.

 

Hann leggur dent á, at hetta eisini er eitt prinsipp fyri Ukraina.

 

- Eingin - og heldur ikki álopslandið Russland - skal dikitera Ukraina, hvussu stórt hervald vit skulu hava, sigur hann.

 

Pavlo Palisa er avgjørdur um, at eitt væl fyrireikað Ukraina er besta trygdarveitingin móti nýggjum russiskum álopum í framtíðini.

 

Russiski forsetin, Vladimir Putin, hevur sagt, at ukrainski herurin skal verða avmarkaður, og hann hevur eisini sagt, at Ukraina ikki skal gerast limur í Nato.

 

Haraftrat sigur Russland, at landið í einari møguligari friðaravtalu skal varðveita fýra ukrainskir landslutir.

 

Hetta veit tíðindastovan NTB at siga í dag.

 

 

 

Pavlo Palisa, varaleiðari á ukrainsku forsetaskivstovuni, var við í friðarsamráðingum í Saudi Arabia, har hann umboðaði ukrainsk áhugamál