Í kvøld leiktu liðini í bestu svensku hondbóltsdeildini seinastu dystirnar í grundspælinum.
Tað eydnaðist Óla Mittún, Ísaki Vedelsbøl og liðfeløgunum í Sävehof á heimavølli í Partille at vinna 28-27 á Hammarby. Malte Celander skoraði sigursmálið í allarseinasta sekundinum av dystinum. Sävehof var á odda 15-10 í steðginum.
Óli var toppskjútti hjá Sävehof við sjey málum, umframt at hann legði upp til tvey mál. Ísak skoraði tvey mál og legði upp til eitt mál.
Rói Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í Hallby taptu á útivølli 17-21 (8-11) fyri Skövde á útivølli.
Hallby endaði á áttanda plássinum, og teir skulu spæla fjórðingsfinalur móti oddaliðnum, Ystad. Sävehof endaði á fimta plássinum, og teir skulu spæla fjórðingsfinalur móti Karlskrona.
##med2##
Kelda: Soccerstand