Sävehof vann aftur greitt í steypakappingini

Liðið hjá Óla Mittún og Ísak Vedelsbøl fekk fult stigatal í bólki 1

Óli Mittún, Ísak Vedelsbøl og liðfelagarnir í Sävehof eru trygt víðari í svensku steypakappingini.

 

Sävehof vann innleiðandi bólk 1 við fullum stigatali, 6 stigum.

 

Í dag vann Sävehof á heimavølli í Partille greiðan 39-30 sigur á Västerås Irsta, ið spælir í næstbestu deildini.

 

Í steðginum var Sävehof á odda 19-17.

 

Ísak skoraði fýra mál, og Óli sum ikki spældi so stóran leiklut í dag skoraði eitt mál.

 

Rói Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í Hallby vunnu seg ikki víðari í steypakappingini.

 

Ígjár taptu Rói og liðfelagarnir 28-32 (14-15) fyri Hammarby á útivølli. Hallby endaði aftanfyri Tyresö úr næstbestu deildini í bólki 5, og tað er ein stór strika í rokningini hjá Hallby. Hammarby fekk seks stig, Tyresö fekk fýra stig, og Hallby er nummar trý við tveimum stigum.