Samstarvið við Russland í Arktis er í djúpari kreppu

– Vit mugu finna ein máta, har vit ikki úti­hýsa Russlandi heilt, sigur Høgni Hoydal á stórari ráðstevnu í Reykjavík

Íshavið í Eysturgrønlandi. Myndin er tikoin 7. juli í ár (mynd: Ida Marie Odgaard/Ritzau Scanpix)

Høgni Hoydal skund­ar sær víð­ari, hann er á veg á fund við ís­lendska for­setan, men hann steðg­­ar á at bera kreppuboð:

 

»Mitt í ringu krígsstøðuni í U­kra­­ina og í Miðeystri mugu vit minn­ast til, at vit hava brúkt 70 ár upp­á at byggja upp altjóða, regl­uligt samstarv í Arktis, bæði um fisk og annað tilfeingi, sum bygg­ir á altjóðarætt og rættindi. Vit leggja stóran dent á ikki at blaka alt tað á gólvið. Vit mugu finna ein máta, har vit ikki úti­hýsa Russ­landi heilt, sigur hann álv­ars­liga við meg mitt í meldrinum í Hør­pu, glit­randi tónleikaborgini við sjóv­a­r­málan í Reykjavík.

 

Fleiri enn 2.000 politikarar, sendifólk, vísindafólk og her­leið­ar­ar úr ark­tisku tjóðunum umframt Kina, Bret­landi og øðrum londum við vóru næs­t­sein­asta vik­u­skift­ið til Arc­tic Circle Assembly, sum er ár­lig ráðstevna í Reykja­vík.

 

Her gjørdist greitt, at hern­að­ar­gerð og djúp óvissa um ætlanirnar hjá Russ­landi eru við til at spilla pol­i­­t­iska umhvørvið um alt Arkt­is. Bráð­feingis umrøður um veð­ur­lag­ið og trivnaðin í arktisku sam­fel­øg­unum vóru greitt í skugg­a­num av tosi um leiklutin hjá NATO í Arktis, russisk net-álop og vand­­an fyri diplomatiskum sam­an­broti.

 

Alt politiskt samband við Russ­land í Arktis er steðgað, síðani Russ­land legði á Ukraina í 2022, og ógv­us­lig búskaparlig revsitiltøk eru í staðin miðvís ímóti arktiska gull­kálvinum hjá Russlandi: Út­vinn­ing av olju, gassi og øðrum til­feingi.

 

Í ørkymlan hevur Moskva leit­að sær nýggj samstørv við Kina, Ind­ia og onnur lond í Suðri, og ótt­in fyri einum endaligum falli í sam­starv­inum við Vesturheimin breið­ir seg í Arktis; í USA, Kanada og í Norð­ur­londum.

 

Tvístøðan tykist nærum ó­loys­i­lig: Menningin í Arktis gongur skjótt. Ísurin hvørvur. Frysta lend­ið bráðnar og øll vilja hava at­gongd til rík­i­dømið. Tað er bráð­neyðugt við fel­ags átøkum fyri at fyr­i­byrgja ósemj­um, olju­van­l­ukk­u­m og koma veð­ur­lag­num, fólki, plant­um og djórum til góðar. Alt krev­ur samstarv við Russland, men út­l­itini eru søguliga vánalig.

 

Íslendski forsætisráðharrin, Bjarni Benediktsson, kallaði í síni vilja­sterku set­an­ar­røðu av­bjóð­­ing­­ina frá Putins Russlandi »kanska ta størstu í mínum ættar­liði.«

 

– Tað kom í hæddina við ógv­us­liga á­lops­stríð­num hjá Russlandi móti okkara vinum í Ukraina. Lat­ið okk­um síggja veruleikan: Russ­land fer helst ikki at broyta kós í nærm­­astu framtíð, segði hann fyri full­­settu konserthøllini.

 

##med2##

 

Grønland á palli

 

Grønlendski landsstýrismaðurin í utt­­an­­rík­ismálum, Vivian Motz­feldt, tosaði um nýggju trygd­ar­pol­it­isku strategiina hjá Grøn­landi, sum lýsir av ótta fyri, at lívs­neyð­uga vei­t­ingin hjá Grøn­­landi verð­ur av­brot­in av hern­­a­ð­­ar­ligum átøkum í Nor­ð­ur­at­lants­havi.

 

Pipaluk Lynge, formaður í utt­an­lands­nevnd­ini í Inatsisartut, grøn­lendska landstinginum, segði mær frá sínum órógvi:

 

“Sjálvandi eri eg óróligur. Vit upp­livdu undir seinna heims­bar­daga, hvussu Danmark varð av­skor­ið frá okkum, tá tit vóru her­sett av týskarum, og vit eru bang­in fyri, at tað fer at endurtaka seg hjá russ­um. Har er heilivágur og alt ann­að, sum vit eru bundin av úr Evropa og Danmark. Vit vita eis­ini, hvat russar eru førir fyri longu nú. Um vit verða útsett fyri einum net-álop, kann alt frá streymi til sjúkr­a­húsið slókna, sigur hon.

 

##med3##

 

Fer Russland at melda seg úr?

 

Eitt lítið lið av donskum sendifólk­um høvdu úr at gera í Reykjavík, har­í­mill­um við tí fyri eyga, at Før­oy­ar, Grønland og Danmark yv­ir­taka for­mans­sessin í Arktiska Ráð­num í mai 2025.

 

Stjórnirnar í Arktis og arktisku fólka­sløgini hava í skjótt 30 ár gjørt Arkt­iska Ráðið til avgerandi pall fyri al­tjóða samráðingum í Arkt­is, men nú stríðist ráðið fyri at yv­ir­liva.

 

Eftir at Russland gjørdi innrás í Ukraina í 2022, frystu tær sjey vest­ur­ar­kt­isku stjórnirnar alt sam­starv við Russland í Arktiska Ráð­num, og politiskir fundir við Russ­land eru framvegis ikki hildn­ir.

 

Finnland og Svøríki eru nú NATO-limir, so Russland stendur fyri einum sameindum NATO-fronti í Arktiska Ráðnum.

 

Moskva hevur fleiri ferðir hótt við at taka seg úr ráðnum, men tá eg spyrji Rebeccu Pincus, leiðara á Pol­ar­stovn­i­num í Washington D.C., vís­ir hon beinanvegin hu­g­skot­i­num aftur:

 

– Russland fer framhaldandi at hótta við at draga seg úr. Ret­or­ikk­ur­in heldur fram, sigur hon.

 

– Men eg meti tað bert vera ein part av teirra lægra á­gangi, sum skal tryggja, at hini ark­tis­ku lond­ini støðugt eru úr javn­vág. Vit vita, at støðufesti og norm­al­i­tet­ur í Arkt­is er av egn­um bú­skap­ar­lig­um áhuga hjá Russlandi, sigur hon.

 

Tað er ein klassisk greining: Russ­land kann ikki vera fyri utt­an út­flutn­ing av olju, gassi og stein­sløgum úr Arktis, og fiski­veið­an har norðuri, sum vit eisini kenna í Føroyum, er millum tey rík­astu á klótuni. Skipanin í Mos­k­va hevur eisini risastórar ætl­anir um farmaferðslu norðan fyri Russland, og allar hesar inn­tøku­keld­ur fara at hokna, um ósemja slepp­ur at ráða í Arktis.

 

##med4##

 

Ríkið fremst

 

Noreg hevur seinastu tvey árini dúg­liga hildið Arktiska Ráðnum sam­an, men tungar ávaringar vóru í Reykja­vík um, at neyðugt er við meira, um Ráðið skal eisini yvirliva til hin­u­megin formansskapin í danska kongsríkinum.

 

Ávaringin ljóðaði m.a. frá Rolf Rødven, leiðara fyri AMAP, Arktiska eftirlits- og met­ing­ar­ætl­anini, sum er ein av teimum átta vís­ind­a­ligu arbeiðsbólkunum, sum mynda sjálvan kjarnan í Arkt­iska Ráðnum.

 

Í 20 ár hava granskararnir hand­an AMAP kollvelt kunnleikan hjá altjóða samfelagnum um veð­ur­lags­broyt­ingar í Arktis. Men uttan virkna atgongd til vísindalig dáta úr Russ­landi og samstarv við gransk­ing­arhøpi í Russlandi, missa vís­indafólk ­førleikan at veita gagn­liga vegleiðing til arktisku stjórn­ir­nar, veðurlagspanelið hjá ST og aðrar brúkarar, stendur at lesa í ávaringini.

 

– Hvørki Arktiska Ráðið ella ar­beiðs­bólk­arnir hava nakran gud­dóm­ligan tilverurætt, segði Rød­ven í Reykjavík.

 

– Tað er soleiðis hjá øllum stovn­um: um tú livir av at selja epli, men ikki hevur nøkur epli at selja, so fara keypararnir aðra­staðni, segði hann.

 

##med5##

 

Ógreitt arbeiðsbýti

 

Semja er millum Havnina, Nuuk og Keyp­mann­a­havn um, at Grønland skal hava ein leiðandi leiklut undir for­mans­tíðini í Arktiska Ráðn­um, men ógreitt er, hvussu leik­lut­urin skal setast saman. Og longu í januar skal Arktiska Ráðið seta navn á samráðingarleiðaran í kong­a­ríkinum, so tíðin er stutt.

 

Tað er eisini ógreitt, um danski Tob­ias Elling Rehfeld, sum varð sett­ur sum arktiskur sendiharri í sep­tem­ber 2023, framhaldandi fer at røkja starvið, ella um ein nýggj­ur við grønlendskum røt­um verður settur, sum Nuuk hev­ur biðið um. Rehfeldt luttók á ráð­stevn­uni í Reykjavík, men gjørdi einki hóv­a­sták úr heitinum.

 

Íshavið í Eysturgrønlandi. Myndin er tikoin 7. juli í ár (mynd: Ida Marie Odgaard/Ritzau Scanpix)

Fleiri enn 2.000 fólk vóru á Arc­tic Circle Assembly, sum er ár­lig ráðstevna í Reykja­vík

Vit mugu finna ein máta, har vit ikki úti­hýsa Russ­landi heilt, sigur Høgni Hoydal

Mentanarhúsið Harpan við sjóvarmálan í Reykjavík var karmur um Arctic Circle