Í nátt sendi russiski herurin fleiri enn 200 dronur og rakettir eftir ukrainska høvuðsstaðnum, Kyiv, og her var ein spreinging fyri og onnur eftir, sum náttin leið.
Álopið í nátt er hitt ógvusligasta og deyðiligasta móti Kyiv í fleiri mánaðir. Í minsta lagi níggju fólk hava latið lív, og eitt stórt tal av fólki eru endað á sjúkrahúsi við løstum.
Sagt verður úr Kyiv, at fleiri íbúðarbygningar eru í knúsi, og neyðhjálparfólk hava leitað í leivdunum eftir fólki.
Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, sum endar eina ferð í Suður Afrika fyri tíð orsakað av ógvusligu álopunum, skrivar á Telegram, at Russland í nátt sendi 70 rakettir og næstan 150 dronur móti Ukraina.
Fleiristaðir í ukrainska høvuðsstaðnum stóðu íbúðarbygningar, handlar og bilar í eldi, skrivar Timur Tkatsjenko, leiðari fyri hernaðarumsitingina í Kyiv, á Telegram.