Í sambandi við verkætlanina Closed for Maintenance 2025, vóru vit í Skopun so heppin at fáa vitjan av einum eldhugaðum og arbeiðssamum bólki – Bordoux Crew – sum í nakrar dagar gjørdu eitt stórt og týdningarmikið arbeiði við Norðaravatn her í Skopun.
Hópurin taldi 13 fólk úr sjey ymiskum londum: Noregi, Danmark, Svøríki, Kanada, Italia, Niðurlondum og sjálvandi Føroyum. Tey komu til Skopunar mikudagin seinnapart og løgdu beinanvegin leiðina í Selatraðneystið, har tey fingu ein góðan nátturðabita.
Ein góð byrjan upp á vikuna
Aftaná varð skipað fyri einum túri gjøgnum bygdina, sum tók umleið tveir tímar – ein góð byrjan upp á eina innihaldsríka og hendingarmikla viku.
Vit vóru sera fegin um at kunna hýsa teimum í okkara trimum útleiguhúsum: Peddastovu, Ból & Bita hjá Juliannu og summarhúsinum á Leirvíksvegi 10. Julianna tók sær eisini av matpakkunum til arbeiðsdagarnar, sum hon bar oman til økið við Norðaravatn. Hósdagin var veðrið so vánaligt, at vit máttu taka matpakkan innandura – og júst tá kom Kringvarpið á gátt at gera innsløg.
Kitty gjørdi okkum eisini kaku og drekkamunn – sera hugnaligt!
Hósmorgunin byrjaði við einum góðum morgunmati hjá Kitty ovarlaga í bygdini. Her var ein heimlig og fjølbroytt buffet við m.a. heimagjørdum pylsum, nýbakaðum breyði, eggum frá hønunum hjá Marjuni og øðrum góðum. Síðani varð farið til arbeiðis við Norðaravatn, og um kvøldið savnaðust vit aftur í Selatraðneystinum til døgurða – aftur við Kitty við róðrið. Kvøldið endaði við einum friðsælum gongutúri út til Líraberg, har vit sóu sólina seta í einum litføgrum skýmingarljósi.
Serlig løta hjá Sámal Peturi og Hansu
Fríggjadagurin var í sama góða lag – morgunmatur hjá Kitty, arbeiði við vatnið, og aftur eitt hugnaligt kvøld saman. Kl. 20.15 hittust vit heima hjá Sámal Peturi og Hansu, har vit fingu eina heilt serliga løtu. Ragnar Olsen spældi okkum nøkur løg, og Hansa greiddi frá um pápa sín, hin kenda listamannin, Hans Jákup Glerfoss, og listaverkið “Seinasta máltíðin”, sum hongur í stovuni hjá teimum. Vit smakkaðu eisini føroyskum mat: grind, spik, epli og turran fisk – nógv nýtt og spennandi fyri tey flestu.
Kvøldið endaði við, at vit lærdu tey føroyskan dans – og tað var stuttligt!
Seinasti dagurin og afturferð
Leygarmorgunin vóru vit klár aftur hjá Kitty kl. 08.30 – seinasti dagurin skuldi nýtast væl. Kl. 12.30 vóru tey liðug við arbeiðið, og vit fóru beint oman í Selatraðneystið at fáa matpakkan, áðrenn bussurin frá Skopunar kommunu koyrdi tey til Hotel Føroyar í Havn.
Seinnapartin kl. 17.00 møttust vit øll – saman við hinum sjálvbodnu úr øðrum økjum í Føroyum – í OY í Havn. Her var felagssamvera, góður matur og røður. Guðrið bjóðaði vælkomin, og bólkarnir greiddu hvør í sínum lagi frá upplivingunum á teirra øki. Hetta gjørdist ein hjartanemandi løta, merkt av bæði inniligum samrøðum og látri.
Ein hjartans tøkk!
Vit í Visit Skopun vilja hervið takka Bordoux Crew og øllum, sum hava verið við til at gera hesar dagar til nakað heilt serligt. Takk fyri tykkara íkast, arbeiðssemi og gleði – vit vóna at síggja tykkum aftur í Skopun!
Vegna Visit Skopun
Frida
##med2##
##med3##
##med4##