Føroyska manslandsliðið í flogbólti hevur staðið seg væl í hesari Silvurligu-kappingini.
Í fýra dystum hava okkara menn vunnið fimm sett og hava tryggjað sær tvey stig.
Seinnapartin klokkan 16 spæla Føroyar næstseinasta dystin í hesari Silvurligu-kappingini í Tblisi í Georgia. Dysturin verður móti Luksemborg, ið higartil hevur 12 stig aftaná fimm dystir.
Luksemborg vann í gjárakvøldið greiðan 3-0 sigur á georgisku vertunum. Settmunurin var 25-17, 25-14 og 25-9.
Í morgin klokkan 16 spæla okkara móti Georgia, og tá eru føroysku sigursvónirnar bjartar.
Tríggjar altjóða veddingarfyritøkur lata odds upp á dystin millum Føroyar og Luksemborg, og tær hava allar Luksemborg sum risastóran favoritt.
Miðaloddsini upp á føroyskan sigur eru 8,40.
Miðaloddsini upp á luksemborgskan sigur eru 1,03.
HER eru oddsini:
##med2##