Eftir tað skifti bilurin eigarar fleiri ferðir til hann 14ár seinni kom fram á bilin í Rituvík og keypti hann.
Fyrsti eigarin av bilinum var Johannes C. Michelsen, vanliga nevndur Lill, sum tá búði við Tinghúsvegin í Havn. Hann var ein av stovnarunum og stjóri í fyritøkuni Demich. Lill keypti bilin tann 6. juni 1966.
Í 1969 keypti Mortan Joensen á Argjum bilin. Hann hevði hann til november 1971, tá Andrias Samuelsen í Hornabø keypti hann. Andrias seldi bilin í 1976 til Bjarna Hansen í Runavík. Mannbjørn F. Poulsen í Saltangará keypti bilin í 1980 og hevði hann til 1985, tá núverandi eigarin Hans Pauli Joensen, sonur Mortan Joensen sum av fyrstan tíð keypti hann frá upprunaliga eigaranum, keypti bilin.
Søgan er hendan
Hans Pauli hevði í longri tíð roynt at fingið fatur á einum Volvo Amazon til at seta í stand.
Hann ynskti at fáa ein Amazon í rímiliga góðum standi, men tað tyktist torført at fáa ein hampuliga góðan bil, hóast roynt eisini var uttanlands.
Ein dagin í 1985 hoyrdist at ein Volvo Amazon hjá Svenning Johannesen í Havn stóð hjá bilasøluni hjá Brøður Petersen, sum vóru Volvo umboð tá.
Hans Pauli vendi sær til teirra við ynski um at keypa bilin, men teir ætlaðu at seta hann í stand og at hava hann sum framsýningarbil.
Í hesum viðfangi fekk Hans Pauli meir ella minni av tilvild at vita at, ein hvítur Amazon stóð hjá Bilgarðinum í Rituvík. Hann var latin inn í sambandi við keyp av øðrum bili og skuldi verið í góðum standi.
Sama kvøldið fóru brøðurnir Hans Pauli og Dan til Rituvíkar at kanna málið. Tað vísti seg tá, at hetta var júst bilurin, sum pápin Mortan Joensen hevði átt. Tað prógvaði nummarplátan: Fø 6.810.
Hans Pauli og Dan gjørdust samdir um, at hetta skuldi vera eitt felags keyp, og at bilurin skuldi setast í stand.
Ein trupulleiki var, at bilurin hevði bert eina nummarplátu. Men eftir tógvið strev eydnaðist at finna hana í kjallaranum hjá eigaranum.
Hans Pauli og Dan vórðu samdir um, at bilurin skuldi setast í stand og koma at síggja út sum hann hevði gjørt upprunaliga við sama liti og vera heilt originalur.
Tá teir keyptu bilin, var hann umbygdur við rally útsjónd, var lakkeraður hvítur við spoilara aftan, sóltaki, fýra tokulyktum framman, rally instrumentbretti og rally gearstong.
Eftir at Hans Pauli og Dan høvdu skaffað sær tað sum skuldi til fyri at seta bilin í uppruna stand, byrjaði restaureringin á heysti 1993.
Hjálp var fingin til ymiskt sveisiarbeiði og lakkeringsarbeiði. Serliga torført var at fáa holið til sóltakið burtur. At enda var bilurin rustviðgjørdur, og hann var koyriklárur á vári 1994.
Í dag eigur Hans Pauli bilin og er við til flaggdagkoyring og onnur tiltøk hjá Føroya Ellisakførum.
Hans Pauli og Dan hava altíð verið áhugaðir í bilum, eisini gomlum bilum. Teir vóru við til at stovna áhugafelagið Føroya Ellisakfør í 1992.
Tað var Hans Pauli, ið »smíðaði« orðið »ellisakfør« í sambandi við stovnan og navngeving av felagnum í 1992. Orðið var ikki í føroyska málinum frammanundan.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##
##med10##
##med11##
##med12##
##med13##
##med14##
##med15##
##med16##
##med17##
##med18##
##med19##
##med20##
##med21##
##med22##
##med23##
##med24##
##med25##
Volvo merki »eg rulli« á látíni
AB Volvo er ein svensk ídnaðarfyritøka, sum framleiðir lastbilar og bussar, entrepenørmaskinur og bátamotorar.
Fyritøkan varð stovnað í 1927 og hevur høvuðssæti í Göteborg. Áður framleiddi Volvo eisini persónbilar og flogmotorar. Volvo merkir "eg rulli" á látíni. Volvo Cars -
sum framleiddi persónbilarnar, varð seld Ford Motor Company i 1999. Síðani 2010 hava persónbilarnir hjá Volvo verið partur av kinesiska fleirtjóða Geely Holding Group.
Volvo Aero – flogmotorarnir, varð seld bretska GKN í 2012.
Fyrsti seriuframleiddi Volvo var á gøtuni 14. apríl í 1927
Tann fyrsti seriuframleiddi bilurin hjá Volvo rullaði av samlibandinjm tann 14. apríl í 1927. Bilurin var ein opin vognur við 4 sylindara motori – harav navnið ÖV4 (Öppen Vagn). Tann afturlætna sniðið æt PV4 (Person Vagn). ÖV4 fekk nøkur ár seinni eyknevnið »Jakob«. Stóra gjøgnumbrotið fekk Volvo eftir seinna heimsbardaga við persónbilinum Volvo PV 444. Hann var á fyrsta sinni vístur fram í september í 1944. Prísurin var fastsettur til 4.800 svenskar krónur.
Vegna kríggið og vantandi ráevni kom framleiðslan ikki rættiliga í gongd fyrr enn í februar í 1947. Motorurin í PV 444A – B4B – hevði 40 HK (SAE).
2.052 akfør í Føroyum í 1965
Hvussu nógv akfør vóru í Føroyum í 1966, tá dagsins ellisakfar kom á marknaðin, vita vit ikki heilt. Gomlu hagtølini hjá løgregluni, sum tá hevði skrásetingina av akførum, fra sekstiárunum, er uppgjørd fyri fimta hvørt ár. Men árið fyri, í 1965 vóru tilsamans 2.052 akfør í Føroyum sambært hagtølunum. Av teimum vóru 572 vøruø og lastvognar, 563 mortorsúkklur, 521 persónbilar, 337 hýruvognar, 54 bussar, 3 sjúkravognar og 2 brandvognar. Sum sæst so er størsti bólkurin vøru- og lastvognar, og 1965 er fyrsta árið, at persónbilarnir yvirhála hýruvognarnar í tali. Í dag eru 27.729 persónbilar, 4.854 vøru-vognar og 739 lastbilar. Tilsamans eru í dag (1. mars) 42.067 akfør í Føroyum.