Tíðindaskriv 27. juni 2025:
Vencil nummar 24
Hann hevur verið seinkaður av ymiskum ársøkum, men mest av øllum, tí at vit báðir ritstjórarnir og onnur, sum hava verið knýtt at nummarinum, hava havt so nógv at gera.
Men nú er hann her. Hann fæst til keyps í bókhandlunum og er á veg í postkassarnar hjá haldarunum.
Ognaður Niels Jákupi
Fyrst kunnu vit siga tað, at tað, sum er serligt við hesum Venclinum er tað, at hann er ognaður Niels Jákupi Thomsen, sum hevur arbeitt á Bókadeild Føroya lærarafelgs í samfull 39 ár.
Tað var í 2006, at ritstjórarnir báðir settu okkum í samband við Niels Jákup um at geva eitt skaldskaparrit út. Hann var beinanvegin fúsur at taka á seg tann umsitingarliga partin, og eigur hann stóru æruna av, at vit yvirhøvur hava havt møguleikan at geva hesi 24 nummurini út, sum innihalda okkurt um 2.300 síður av dygdargóðum skaldskapi. Talan er um uppruna føroyskt tilfar, týðingar og yrkingar, stuttsøgur stutt-stuttsøgur, ritroyndir, teknirøð og ummæli. Vit takka honum fyri stóru hjálpina, og bjóða Sigfríði Símunarsoni Sólsker vælkomnum í hansara stað.
Feskur føroyskur skaldskapur og kærir klassikarar
Í Vencli nummar 24 eru yrkingar og stuttsøgur og stuttprosa. Tey, sum hava skrivað uppruna yrkingarnar eru: Sjúrður Hansen, Malan Poulsen og Askur Skaalum. Týddu yrkingarnar eru eftir: Emily Dickinson, sum Heðin M. Klein hevur týtt, Paul Auster og Raymond Carver, sum Oddfríður Marni Rasmussen hevur týtt og Edgar Allan Poe, sum Bergur Rasmussen hevur týtt. Agnar Jógvansson hevur ein stuttprosatekst við, Arnbjørn Ólavsson Dalsgarð hevur eina stuttsøgu, Sámal Soll eina stuttsøgu og Kristin Vestergaard hevur eina stuttsøgu. Týddu stuttsøgurnar eru eftir: Charlie Fish, Shirley Jackson, og so eru 12 smáprosatekstir eftir Gyrðir Elíasson.
Í Venclinum eru góðir skaldskaparbitar. Innihaldið er ymiskt, alt frá morði til ræðusøgu.
Ein av yrkjarunum, sum ikki hevur verið at hoyrt frá í meir enn tretivu ár, er Sjúrður Hansen. Her er ein yrking, hann hevur skrivað:
Poesidagurin mikli (á Louisiana)
Standi á steini
og hyggi varin við virðing
yvir og inn í
háborna skaldafjøld
eg standi á steini
og síggi grasið
eg standi á steini
og eg gevi ljóðmessuni
og rúmdini ræðið
##med2##