Føroyska manslandsliðið í flogbólti hevur júst spælt fimta dystin í hesari Silvurligu-kappingini.
Í Tblisi í Georgia taptu Føroyar 0-3 fyri Luksemborg, ið er fremst í deildini saman við Svøríki. Luksemborg og Svøríki hava 15 stig hvør.
Føroyar taptu greitt í fyrsta og øðrum setti, men í triðja settinum bitu okkara væl frá sær.
Føroyar-Luksemborg 0-3 (16-25, 14-25 og 22-25)
Føroyar hava tvey stig, og samlaða settmunin 4-15 aftaná fimm dystir.
Í morgin klokkan 16 spæla Føroyar sætta og seinasta dystin í kappingini. Dysturin verður ímóti Georgia, ið tapti 0-3 (17-25, 14-25 og 9-25) fyri Luksemborg. Tí eru føroysku vónirnar bjartar til dystin í morgin, hóast Georgia er á heimavølli.