Landsliðsleikarin, Gullbrandur í Horni Øregaard var aftur liðskipari hjá Sandnes ULF í dag.
Sandnes vann á heimavølli á Øster Hus leikvøllinum í Sandnes 5-1 á Sandviken.
Í steðginum var javnleikur 1-1, men í seinna hálvleiki setti Sandnes seg á dystin og skoraði fýra ferðir.
Sandnes er fremst í bólki 1 í tirðbestu norsku fótbóltsdeildini við 25 stigum. Teir eru eitt stig frammanfyri Sotra.
Komandi leygardag klokkan 12 verður oddauppgerð. Tá tekur Sotra móti Sandnes ULF í stóru fótbóltshøllini í Straume.