Sjómaður hóttir við at steðga við at halda tilmælini

Sjómaður: eg ivist stórliga í um eg fari at halda tilmælini tá eg komi heim næstu ferð.

Sjófólk skulu raðfestast í koppingarætlanini.

Tað metir Benjamin Matras Absalonsen, sum á sínum facebook vanga millum annað sigur, at : "Hugurin at halda tilmælini hevur ikki verið góður hjá mær yvirhøvur, men hann hevur ongantíð verið so ringur sum nú. Og eg ivist stórliga í um eg fari at halda tilmælini tá eg komi heim næstu ferð".

Benjamin Matras Absalonsen, ið siglir sum stýrimaður, skrivar:

Nú er næstan eitt ár gingið, síðani eg kom heim fyrstu ferð aftaná at Corona legði fótonglar fyri okkum øll.

Ta ferðina vóru tilmælini nakað ógvusligari enn nú. Fyrstu 14 dagarnar skuldi eg ikki av matrikulinum, halda meg burtur frá so at siga øllum livandi og hvat annað myndugleikarnir vildu hava okkum til. Eg helt meg á egnum øki í tvær vikur og fekk ongar gestir, men konu og børnum helt eg ikki frástøðu frá.

Síðani man eg hava ferðast eini 6 ferð til Føroya, og tilmælini eru linkaði eitt sindur. Nú er tað 6 dagar burturfrá fólki, kannast tvær ferð, ikki til handils, ongar gestir og sikkurt okkurt afturat.

Í januar varð byrjað at vaccinera. Í Føroyum valdu myndurleikarnir at gera tað nakað øðrvísi enn í Danmark, men tað má so vera upp til tey, sum vit hava sett okkara álit á, at taka avgerð um slík viðurskifti.

Sum so ofta, tá menniskju eru uppií, so eru feilir gjørdir. Summir stórir og summir smáir. Mitt í rokanum eru stjórar, kontórfólk, sendifólk og rithøvundar vaccineraðir, og í øllum hesum førunum ímóti kunngerðini fyri vaccineringsætlanina.

Friður verði við tí, tað er farið.

At vit vaccinera tey sjúku og tey, ið arbeiða við hesum fólkum, er eftir mínum tykki í fínasta ordan. Tey sjúku, gomlu og í aðrar mátar útsettu, eru jú orsøkin til, at vit av fyrstan tíð lótu allan heimin aftur.

Nú skal eg koma til meiningina við tí eg skrivi.

Ein stórur partur av føroyingum má av ymsum orsøkum flyta seg ímillum lond, eisini tá Corona er. Hesin bólkur av fólki ferðast ikki tí tað er stuttligt, men tí tey royna at vinna til lívsins uppihald. Eg hugsi í hesum føri mest um føroysk sjófólk. Eg skal ikki siga tað heilt sikkurt, men eg haldi meg ikki hava hoyrt nakran politikara ella onnur, ið taka avgerðir í hesum tíðum, nevnt sjófólk okkara við einum orði. Um tey hava, so hevur tað undir øllum umstøðum ongan mun gjørt, tí tað er akkurát líka trupult at flyta seg av arbeiðsplássinum og heim í dag, sum tað var fyri einum ári síðani. Nógvir føroyingar sigla 4/4. Tað vil siga 4 vikur umborð og 4 vikur heima, og ein stórur partur skiftir mikudag. Kemur man heim mikudag, so eigur man, sambært tilmælunum, at lata seg kanna týsdagin aftaná. Býr man í Norðoyggjum er einasti møguleiki at fara til Havnar. So kann man fáa eina ókeypis kanning frá landinum, sum man so fær svar uppá dagin eftir. Ella kann man gjalda 400 krónur til Thetis, og fáa svar sama kvøld.

Tað vil siga, at ein fjórðingur ella so av frítíðini fer til heimauppihald, sóttarhald ella hvat tað nú einaferð eitur.

Hesi fólk koma av skipi, og eru so at siga alla tíðina í sóttarhaldi umborð. Tey ansa so væl eftir sum tað yvirhøvur ber til tá tey flyta seg av skipinum og heim, men allíkavæl verður ongin munur gjørdur á teimum og vanligum ferðafólki.

Og samstundis man situr í heimauppihaldi, so koma fólk beinleiðis av sjúkrahúsum í millum annað Danmark, beint inn á føroysk sjúkrahús at arbeiða.

Hugurin at halda tilmælini hevur ikki verið góður hjá mær yvirhøvur, men hann hevur ongantíð verið so ringur sum nú. Og eg ivist stórliga í um eg fari at halda tilmælini tá eg komi heim næstu ferð.

Tað hevði verið upplagt at vaccinera sjófólk, ið starvast uttanlands, skjótast gjørligt, tí vit mugu ferðast ímillum lond.

Eg havi bæði tosað og skriva til politikarar, men higartil hevur ongin reaktión verið.

 

Vónandi vaknar onkur av teimum, ið bestemma, og fær hjálpt okkum, sigur Benjamin Matras Absalonsen at enda í skrivi sínum.