Lars Aagaard kann nú anda lættan og halda fram sum ráðharri, hóast andstøðan hevur mist álitið á hann. - Mynd: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix

Sjúrður og Anna bjargaðu donskum ráðharra undan falli

Danski ráðharrin kann halda fram í starvinum, eftir at Fólkatingið í morgun feldi eitt misálitisuppskot ímóti honum

Lars Aagaard kann nú anda lættan og halda fram sum ráðharri, hóast andstøðan hevur mist álitið á hann. - Mynd: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix

Hevði tað ikki verið fyri atkvøðurnar hjá føroysku fólkatingslimunum Onnu Falkenberg og Sjúrði Skaale, so var danski veðurlags- orkumálaráharrin, Lars Aagaard, feldur. Saman við grønlendsku fólkatingskvinnuni, Aaja Chemnitz, atkvøddu tey trý ímóti uppskotinum um at fella hann.

86 atkvøddu fyri, at Aagaard helt fram sum ráðharri. 85 atkvøddu fyri, at hann legði frá sær. 1 atkvøddi blankt, sum merkir hvørki fyri ella ímóti.

Hevði ein meiriluti í fólkatinginum ikki longur havt álit á Aagaard, hevði hann verið noyddur at lagt frá sær.

Sjúrður Skaale sigur sambært Ritzau, at tað er einki serligt við tí, at fólkatingsumboðini úr Føroyum og Grønlandi hava atkvøtt í hesum málinum í dag. 

– Tað, at vit atkvøða, verður gjørt til nakað serstakt og nakað, sum sjáldan hendir. Sannleikin er, at norðuratlantisku fólkatingsumboðini peikaðu á Mette Frederiksen til forsætisráðfrú eftir seinasta val.

– At vit atkvøða í dag er ein avleiðing av tí avgerðini, sigur Sjúrður Skaale við Ritzau eftir atkvøðugreiðsluna. 

Andstøðan hevur sagt, at hendan avgerðin hjá fólkatingsumboðunum úr Føroyum og Grønlandi er »utidig«, men hesum vísir Sjúrður Skaale aftur.

 

Lars Aagaard kann nú anda lættan og halda fram sum ráðharri, hóast andstøðan hevur mist álitið á hann. - Mynd: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix