Trump: – Vladimir, steðga!

- Eg eri ikki nøgdur við russisku álopini á Kyiv. Tey eru ikki neyðug, og hetta er ógvuliga vánalig "timing", sigur Donald Trump

Á sínum egna sosiala palli - Truth Social - finst amerikanski forsetin, Donald Trump,  í dag at russiska forsetanum.

 

- Vladimir, steðga! eru orðini hjá amerikanska forsetanum á Truth Social.

 

Donald Trump sipar til ógvusligu russisku álopini á ukrainska høvuðsstaðin í nátt, har níggju fólk lótu lív, og mong vórðu løstað.

 

- Eg eri ikki nøgdur við russisku álopini á Kyiv. Tey eru ikki neyðug, og hetta er ógvuliga vánalig "timing".

 

Orðini hjá Donald Trump til russiska forsetan eru:

 

- Vladimir, steðga!