Sjúrður útsetir føroyaferð hjá donskum tinglimum

Ferðin hjá Føroyanevndini hjá Fólkatigninum er útsett, sambært formanninum Sjúrði Skaale, fyri at limirnir skulu sleppa at atkvøða í sambandi við misálitisuppskotið ímóti veðurlagsráðharranum Lars Aagaard.

Føroyaferðin hjá Føroyanevndin hjá Fólkatinginum fellur saman við atkvøðugreiðsluni um misálit móti veðurlagsráðharranum Lars Aagaard í Fólkatinginum.

Ferðin er nú útsett, skrivar nevndarformaðurin og føroyski fólkatingsmaðurin Sjúrður Skaale úr Javnaðarflokkinum í skrivligum svari til Ritzau.

– Av tí at limirnir í Føroyanevndini við stuttari freist eru bidnir um at luttaka í atkvøðugreiðslu í fólkatinginum, har clearingsskipanin, ímóti vanligari siðvenju, eru avtiknar, er nevndin ikki før fyri at avgreiða ferðina til Føroya, skrivar hann.