Krabbameinsfelagið skrivar, at skeiðið verður týskvøldið 27. mai kl. 16.30-20.30 á Grønlandsvegi 58 í Havn, pláss er fyri 8 luttakarum.
Frálæra verður um hesi evni:
- Deyðin er ein partur av lívinum
- Framtíðarætlanir
- At linna
- At siga farvæl
Tað eru Hansina Mikkelsen, palliatións sjúkrarøktarfrøðingur, og Anna Kristina Joensen, ráðgevandi sjúkrarøktarfrøðingur hjá Krabbameinsfelagnum, sum undirvísa á skeiðnum.
Ynskir tú at hoyra nærri um skeiðið, so ert tú vælkomin at seta teg í samband við Krabbameinsfelagið á telefon 317959.
Tilmelding áðrenn fríggjadagin 23. mai kl. 15.00, á telefon 317959, sms til 217957 ella umvegis teldupost kmf(at)krabbamein.fo.