Tað var tá eitt mótmælistiltak var uttan fyri Finsen týskvøldið, í sambandi við eitt tiltak hjá felagnum Føroyar Ísrael, at ávíst rok kom í sambært løgregluni. Mótmælistiltakið uttanfyri var ikki fráboðað løgregluni.
– Hetta gjørdist eitt sindur ov rokaligt, har fólk fóru at rópa, og onkur av mótmælisfólkunum fór inn í Finsen og stjól eitt ísraelskt flagg, segði vaktleiðarin á politistøðini við miðlarnar í mikumorgunin.
Flaggið kom afturíaftur, men tá varð ein ljót heilsan skrivað á flaggið.
Løgreglan fer í dag at avhoyra persónin, sum tey fara at skuldseta fyri at hava tikið flaggið og vanvirt tað.
Tað er lógargreinin 110 e í revsilógini, sum snýr seg um revsing fyri at háða flagg hjá aðrari tjóð:
»§ 110 e. Við sekt ella fongsli í upp til 2 ár verður tann revsaður, sum alment háðar fremmanda tjóð, fremmant land, flagg tess ella annað viðurkent tjóðarmerki ella flaggið hjá Sameindu Tjóðum ella hjá Evroparáðnum.«