Slætt og vakurt á Sandi

Kommunali parturin av Heimasandsvegi er nú so slættur og snøggur, sum hann neyvan nakrantíð hevur verið áður

Fyritøkan hjá Rasmussi Rasmussen hevur asfalterað kommunala partin av Heimasandsvegi á Sandi - heilt úr Munkinum og norður til húsini hjá Lis og Hans Falkvard Hansen.

 

Arbeiðið, sum er sera snøgt og væl frágingið, hevur gingið bæði skjótt og væl, og nú er alt liðugt.

 

Kommunali parturin av Heimasandsvegi var rættiliga illa slitin av nógvu ferðsluni, sum hevur verið, serliga síðan byggingin av Sandoyartunlinum byrjaði. 

 

Seinnu árini eru skip leypandi komin á Sand við grót-og sandtilfari, sum síðan er koyrt gjøgnum sandsbygd. Hetta er tung ferðsla, sum hevur elvt til nógv vegaslit.

 

Ferðslan í Sandoynni er eisini nógv økt, síðan Sandoyartunnilin læt upp.

 

Nú er kommunali parturin av Heimasandsvegi so góður, slættur og snøggur, sum hann neyvan nakrantíð hevur verið áður.

 

Landsvegurin úr Traðardali og heim á Sand er eisini slitin í samband við tunnilsbyggingina og tungu ferðsluna - serliga frá Múlanum og heim til sandsbygd.

 

Nú kommunali parturin av Heimasandsvegi er asfalteraður, vóna fólk í Sandoynni, at Landsverk skjótt fer at asfaltera tann partin av Heimasandsvegi, sum landið varðar av.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##