Smittan breiddi seg allarhelst á ólavsøkuni

– Nú hava vit smittuna inni í samfelagnum. Tað ger tað strævnari hjá okkum at finna fram til fólk, sum kunnu vera smittað, sigur Bjarni á Steig

Landsstýrið hevur í løtuni landsstýrisfund, har tað verður diskuterað, hvørji tiltøk nú skulu setast í verk fyri at fáa tamarhald á koronasmittuni, sum av álvara er farin at gera um seg nú. 

Klokkan 15 í dag verður tíðindafundur, og tá fara vit allir føroyingar at fáa nøkur nýggj tilmæli um, hvussu vit skulu fyrihalda okkum.

Bjarni á Steig, yvirlækni og ráðgevi hjá myndugleikunum, hevur verið á fundi í morgun, og hann væntar, at komandi tíðin verður trupul.

– Um mann samanber støðuna í dag við, tá koronasmittan brast á í mars, og vit høvdu nógv smittað, so líkist støðan í dag. Men munurin er, at nú hava vit smittuna inni í samfelagnum. Tað ger tað strævnari hjá okkum at finna fram til fólk, sum kunnu vera smittað, sigur hann.

– Men strategiin verður tann sama. Vit skulu finna tey, sum eru sjúk og síðani seta fólk í sóttarhald. Vit hava eisini kapacitet til fólk, sum skulu í sóttarhald, tað vil siga tøk hotellkømur, sigur hann.

Stórur smittuvandi á ólavsøku

Bjarni á Steig ivast ikki í, hví vit knappliga síggja eitt so stórt smittutal.

– Tað passar nokkso væl við ólavsøkuna. Vit eru so mikið fráliðin frá ólavsøkuni, at tað má vera har frá. Smittan hevur havt møguleika at breiða seg lættliga har, sigur hann.

Tað bleiv frá læknafakligari síðu ávarað ímóti stórum tiltøkum.

– Ólavsøka og festivalar eru størsti vandin, sum er, sigur Bjarni á Steig.

– Eg segði, at mann mátti umhugsa eina aðra ólavsøku. Tað gjørdu nógv, men tíverri var nógv fólk á Vaglinum allíkavæl. Men tað er ikki bara ólavsøkan. Vit hava eisini hoyrt um nógv tiltøk í privatinum sum brúdleyp og onnur tiltøk . Tað er jú eisini ein vandi. Smittuspjaðing kann uppstanda sum ein eldur har, sigur hann.

Testa øll tvær ferðir

Tað er eingin loyna, at myndugleikarnir fyrr í summar - meðan Føroyar enn vóru koronafríar - fingu áheitan frá fakfólki um at testa øll, sum koma til landið, tvær ferðir. 

– Hetta er eitt av tí, sum vit hava viðmælt leingi. At mann testar á sætta degnum, umframt við landamarkið. Tað hevði verið eitt gott hugskot, sigur Bjarni á Steig.

Og hetta er eisini nakað, vit kunnu vænta verður sett í verk nú. Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, segði við in.fo fyrr í dag, at hann umhugsaði hesa loysnina.

Bjarni á Steig greiðir frá, hví hetta ikki bleiv sett í verk fyrr.

– Tað er ikki nakað við illvilja frá politiskari síðu at gera, men tað var ikki tilfar nokk til tað. Nú er tann trupulleikin loystur, so nú ber tað til, sigur hann. 

Eitt tilmæli verður munnbind

Bjarni á Steig sigur, at føroyingar skulu rokna við at fara at ganga meira við munnbindi komandi tíðina. 

– Mann kan rokna við, at tað verður eitt av tilmælunum, sum fer at koma frá myndugleikunum í vikuni. Vit hava einki ímóti at fara í flúgvaran við munnbindi, so vit skulu nokk venja okkum við tað. Vit vita tað eisini fra útheiminum, so vit kunnu ikki umganga tað her, sigur hann.