SMS: Hoyvíkskvinnur eru á odda 2-0 í FM-finaluuppgerðunum

H71 vann eisini aðru FM-finaluna

H71 toppar í SMS-deildini til røttu tíðina. Eisini í kvøld sigraðu hoyvíkskvinnur á Kyndli í aðru FM-finaluni, ið var leikt í Hoyvíkshøllini.

 

Í kvøld vann H71 29-27 á Kyndli, ið nú hevur ryggin móti múrinum, og má vinna tríggjar FM-finalur á rað fyri at kunna vinna FM-gullið.

 

Burtursæð frá støðuni 1-1, so var H71 á odda allan dystin. Leiðslan hjá H71 skifti ímillum at vera millum eitt og seks mál. Tá seks og ein hálvur minuttur var eftir av dystinum minkaði Bjarta O. Johansen um munin til 25-26, men so koppaði tað aftur til H71, ið økti til 29-25 áðrenn Kyndil fekk svarað aftur við tveimum málum.

 

Anna Elisabeth H. Weyhe var toppskjútti hjá H71 við níggju málum. Bjarta O. Johansen var toppskjútti hjá Kyndli við 11 málum. 

 

3. FM-finalan verður leikt í høllini á Hálsi. Á hsf.fo stendur klokkutíðin at vera klokkan 15.30. 

 

HER ber til at síggja dómaraseðilin frá HSF:

 

##med2##