Í gjár vóru 45 nýggir tilburðir staðfestir, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.
Landslæknin hevur verið í sambandi við øll tey smittaðu.
2633 kanningar vóru gjørdar seinasta døgnið. Í løtuni eru 407 smittað, sjey eru innløgd, og 11 eru deyð við koronu í Føroyum.