- Nú ber aftur til at fara ein heilt serligan gongutúr í Vági og leita aftur í tíðina. Eins og undanfarin ár hevur Vágs kommuna hongt søguslóðir-skeltini upp kring bygdina.
Soleiðis siga tey í Vágs kommunu í dag.
Lagt verður aftrat, at hesi skelti mynda eina útiframsýning, sum gevur innlit í søguligar hendingar í Vági frá síðst í 1800-talinum og fram til 1930’ini.
- Søguslóðir fevnir um 12 støð. Á hvørjum staði er eitt skelti við teksti og gomlum myndum, sum lýsa, hvussu staðið sá út fyrr, og hvør søga er knýtt at júst hesum staði.
Talan er um eitt tiltak, sum Vágs Sóknar Bygdasavn setti í gongd í 2016, sum síðan er endurtikið á hvørjum ári.
- Í Miðlatúni ber til at fáa ein ókeypis faldara við yvirliti yvir øll støðini, so tú lættliga kanst ganga søguslóðirnar – einsamallur ella saman við øðrum. Túrin er umleið 2,5 km langur og gevur bæði møguleika at røra seg og at fáa eitt dýpri innlit í Vágs søgu og mentanararv.
Í Vágs kommunu siga tey í dag, at øll eru hjartaliga vælkomin at fara ein túr ígjøgnum tíðina og uppliva søguna, har hon veruliga hendi.