Bretsk-avstralska songkvinnan og sjónleikarin Olivia Newton-John, sum millum er kend sum »Sandy« úr kenda filminum »Grease« er deyð.
Tað sæst á einum uppslag á Facebook síðu hennara.
Sambært talspersóni hennara er 73 ára gamla Olivia Newton-John deyð í dag á garði sínum í Suðurkalifornia í USA. Familja og vinir hennara vóru um hana, tá hon doyði.
Olivia Newton-John hevur havt bróstkrabba og hevur stríðst ímóti sjúkuni í fleiri enn 30 ár. Talspersónur hennara hevur tó ikki upplýst, hvør orsøkin var til, at hon doyði.
##med2##
##med5##
Mong komu at kenna Oliviu Newton-John í sjeytiárunum, tá hittsangir sum »If Not for You« og »Let Me Be There« gjørdust kendir.
##med3##
##med4##
/ritzau/