Filmsfelagið vísir 27. juli ein sterkan russiskan film í Havnar Bio. Talan er um filmin »Kammeratar«, sum Andrei Andrei Konchalovski hevur leikstjórnað.
Andrei Konchalovski (f.1937), sum skrivaði handritini til fyrstu filmarnar hjá Andrei Tarkovski, er enn frammi. »Kammeratar«, sum byggir á veruligar hendingar, var setanarfilmur í Venezia.
Vit eru í suðurrussiska ídnaðarbýnum Novotsjerkassk í 1962, har Ludmila er limur í lokala kommunistaflokkinum. Hon er trúfastur fortalari fyri stýrinum og tess hugsjónum, og hatar andstøðuna av innasta hjarta. Men tá verkfall er á verksmiðjuni í býnum, sær hon herin skjóta við skørpum eftir mótmælandi arbeiðarunum. Hendingin skrivar seg inn í søguna sum eitt blóðbað.
Einki hoyrist frá hendingini og myndugleikarnir fjala og avnokta alt. Nýtt asfalt verður lagt, so blóðið ikki sæst í gøtunum, líkini verða koyrd til ein loyniligan stað uttanfyri býin, og øll verða biðin um at halda munn.
Hendingin broytir ta hugsan, Ludmila hevur um kommunistiska projektið.
Undir verkfallinum er dóttur hennara horvin, og Ludmila fer at leita.
Hóast «Dear Comrades«, sum enska heitið er, byggir á hendingar, ið veruliga fóru fram hin 2. juni í 1962, hava tær verið hildið loyniligar heilt upp í nítiárini.
##med2##
Filmurin »Kammeratar« vann dónsnevndarvirðislønina í Venezia og eina røð av russiskum filmsvirðislønum: Hvíta Fílin fyri besta film, sambært ummælarum, Nika virðislønina frá russiska filmsakademiunum fyri besta film, bestu leikstjórn, besta kvinnuliga høvuðsleiklut og besta ljóð, Slovo virðislønina fyri besta handrit í einum spælifilmi og Gyltu Ørnina fyri bestu leikstjórn í Russlandi í ár.
Vestanfyri hevur Russiski filmurin »Kammeratar« higartil vunnið fyrstu virðisløn frá National Board of Review í USA og Silvur Hugo á altjóða filmstevnu í Chicago.