Løgreglan vil fegin vita frá fólki, sum vóru í og uttan fyri Finsen í Havn í gjárkvøldið, tá ein vinarfelagið 'Føroyar Ísrael' skipaði fyri einum tiltaki í Finsen í Havn, har tey høvdu vitjan av ísraelska sendiharranum í Keypmannahavn.
Uttanfyri var eitt mót-mótmælistiltak, sum ikki varð fráboðað løgregluni, sum siður er.
– Hetta gjørdist eitt sindur ov rokaligt, har fólk fóru at rópa, og onkur av mótmælisfólkunum fór inn í Finsen og stjól eitt ísraelskt flagg, sigur vaktleiðarin á politistøðini.
– Vit vilja fegin hava fatur á fólki, sum hava sæð nakað til hetta, sigur hann.
Vaktleiðarin sigur, at tað er sera skuffandi, at eitt tiltak útviklar seg á henda hátt, at fólk fara at rópast og skumpast og at stjala. Hann sigur, at tað er ikki lógarbundið, at boðast skal frá einum slíkum mótmæli, men tað er vanligur siður at boða frá slíkum mótmælistiltøkum, tí at mótmæla er ein grundlógartryggjaður rættur, sigur hann.
Hann sigur, at talan var um eini 10-15 mótmælisfólk.
Løgreglan veit, at tað var bólkurin 'Samhugi við Palestina', sum skipaði fyri mótmælistiltakinum.
Málið um ísrealska flaggið verður viðgjørt sum eitt stuldursmál, sum løgreglan arbeiðir víðari við.