Størsta verkætlan í Føroya søgu lítið fyrilit fyri náttúruni

Vilji er í Føroya Løgtingi at nýta milliardir av skattapeningi til Suðuroyartunnil, men lítil vilji at verja náttúruna við innkomuvegirnar og tunnilsmunnarnar - tað veri seg at avseta pening ella tíð til umhvørvisárinskanningar. Tiskil er væntandi, at sjáldsom og týðandi náttúruvirði fara fyri skeyti.

Tíðindaskriv frá Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag, Føroya Fuglafrøðifelag og Hagafelagnum:

 

“Hetta uppskotið fer at hava avleiðingar fyri umhvørvið”. Soleiðis byrjar brotið um “árin á umhvørvið” í uppskot til løgtingslóg um Suðuroyartunnilin og tilhoyrandi tunnilskervum og vegakervum. Tað er gleðiligt, at politiska skipanin ásannar, at ein so stór verkætlan fer at hava avleiðingar á umhvørvið, og at tey ynskja, at kanningar verða gjørdar um, hvørja ávirkan verkætlanin fer at hava á umhvørvið, náttúruna og lívmargfeldið. Eisini stendur í lógarbrotinum, at strong umhvørviskrøv skulu setast til byggifyritøkuna, sum skal standa fyri byggingini. 

 

Spurningurin er so, hvussu hesi atlit skulu takast, hvørji náttúruverndarkrøv skulu setast, og hvussu kanningararbeiðið og til endans frágreiðingin ítøkiliga eigur at verða uppsett og framd fyri at lýsa vistfrøðiliga týdningin av økinum, og tey stig, sum eru neyðug fyri at tálma ávirkanina av verkætlanini.

 

Ójavnvágin millum náttúruvirði og samfelagsáhugamál

 

Náttúruvirði verða ofta vigað upp ímóti samfelagsáhugamálum í Føroyum, og soleiðis er eisini orðað í náttúruverndarlógini: “uttan so at týðandi samfelagsáhugamál gera seg galdandi”, stendur skrivað fleiri ferðir. Enn eru náttúruvirði ikki greitt lýst í føroyskum høpi, og tað er eisini galdandi, nú Suðuroyartunnilin skal projekterast. Av somu orsøk er tað ógvuliga avmarkað, hvussu nógv samfelagsáhugamál verða sett til viks fyri eginvirðið í náttúruni. Føroyska náttúran er hvørki skrásett ella kortløgd í síni torgreiddu heild. Hetta merkir, at vit bert hava ábendingar um, hvørji náttúrøki hava ein lyklatýdning fyri fugl, plantur og lívmargfeldi. Náttúran er bert skrásett í brotum, í spjaddum tíðarskeiðum, og tí kenna vit ikki til støðuna ella gongdina hjá náttúruni í dag. Uttan hesa neyðugu grundvitanina er torført at seta eitt virði á náttúruna, og tí endar tað eisini við, at inntriv verða tikin fram um atlit til náttúruna. 

 

Tá umhvørvisárinsmetingar verða gjørdar í dag liggur sostatt eisini ein sera avmarkað náttúruvitan tøk at nýta sum grundarlag fyri tilmælum og úrslitum av hesi meting. Í Føroyum eru heldur ikki greiðar, standardiseraðar vegleiðingar, tíðarfreistir ella óheft krøv til, hvussu ein haldgóð umhvørvisárinsmeting skal gerast. Tað verður ikki lýst, hvørji náttúruvirði verða fyri ávirkan, hvørji sløg eru viðbrekin, ella hvørji alternativ kunnu minka um árinini. Núverandi umhvørvismetingar, tá tær eru lógarkravdar (sum enn bert er ísmb. við elveitingarlógina og havumhvørvisverndarlógina), eru einans støðulýsingar, og enntá tey fáu tilmælini, ið verða gjørd, eru ikki undir eftirliti – og hava ongar avleiðingar, um tey ikki verða fylgd. 

 

“Neyðugt er at taka hond um umhvørvisárin tíðliga í tilgongdini” stendur eisini í lógaruppskotinum. Tá spakin eftir øllum at døma longu skal setast í til komandi ár, ber ikki til at siga, at árini eru viðgjørd í góðari tíð.”Tíðliga” var fyri 5 árum síðani, tá verkætlanin fyrstuferð varð umrødd!

 

Sáttmálin um lívfrøðiligt margfeldi

 

Í 1993 samtykti Løgtingið sáttmálan um lívføðiligt margfeldi. Sáttmálin er sera víðfevndur. Nógvar ásetingar eru í honum, og ein teirra er 2010 málið um at støðga afturgongdini av lívfrøðiligum margfeldi. Hóast hetta stendur í lógaruppskotinum, at “lógaruppskotið fevnir ikki um øki, sum eru fevnd av millumtjóðsasáttmálum, ið Føroyar hava skyldu at fylgja”. Ein tílík verkætlan sum Suðuroyartunnilin fer at føra við sær stórt tap av lívmargfeldi, so uttan mun til um sáttmálin um lívfrøðiligt margfeldi er ein millumtjóðasáttmáli ella ikki, so eigur lógin at fevna um hetta.

 

Dømi úr Noregi

 

Í lógarbrotinum verður sagt, at “higartil hevur verið bygt eftir norskum reglum, og hesar hava rímiliga strong krøv til fyribyrgjan av ávirkan á umhvørvið”. Men í Noregi er tað eitt krav, at ein gjøllig, standardiserað og óheft umhvørvisárinsmeting verður gjørd, áðrenn loyvi verður givið, og áðrenn staðseting og linjuføring av verkætlanini verður endaliga ásett. Slík meting skal kortleggja og lýsa náttúruna í økinum – alt frá vistskipanum og djóralívi til jarðfrøði og landslag – og skal gerast av náttúrufakligum serfrøðingum. Hon skal eisini viðgera møgulig alternativ, og hvussu byggingin kann skipast fyri at minka um árinini á náttúruna, t.d. við at broyta linjuføringar, verja búøki hjá fugli, og avmarka seg innan fyri eitt ávíst arbeiðspláss.

 

Frágreiðingin verður eisini løgd fram til almenna hoyring og er grundarlag undir einum gjøgnumskygdum loyvi. Um loyvi verður givið, er tað bundið at ítøkiligum og fakliga grundaðum krøvum, t.d. vernd av vistskipanum og arbeiðsavmarkingum. Verkætlanin verður síðani fylgd av óheftum eftirliti, sum tryggjar, at verkætlanin heldur seg innan fyri loyvistreytirnar.

 

Um óneyðugur skaði hendir, hevur byggifelagið skyldu at endurbøta skaðan ella rinda fyri umvæling. Harumframt skal ein langtíðareftirmeting gerast fyri at fylgja við í, hvussu náttúran broytist, eftir at verkætlanin er liðug. Hetta er serliga galdandi fyri verkætlanir, sum eru tætt við friðað øki (eitt nú Mølheyggjar á Sandi). Soleiðis ber eisini til at læra av mistøkunum, sum vórðu gjørd og tillaga komandi verkætlanir hareftir. 

 

Áheitanir til Føroya Løgting

 

Tá brotið um avleiðingar á umhvørvið í lógaruppskotinum ikki viðger, hvat umhvørvisárinsmetingarnar og krøvini ítøkiliga fevna um, kunnu vit loyva okkum at spyrja, um hesi viðurskifti verða nágreinað, áðrenn triðja viðgerð fer fyri løgtingið mánadagin. Um tey ikki verða ásett í lóg, kann væntast, at føroyska náttúran enn einaferð má líða og setast til síðis av inntrivum og “týðandi samfelagsáhugamálum”.

 

Føroya Løgting hevur ein gyltan møguleika at krevja, at standardiseraðar umhvørvisárinsmetingar verða mentar og framdar samstundis sum Føroya størsta byggiverkætlan (í nýggjari tíð) verður sett í verk. Hesar umhvørvisárinsmetingar eiga at verða uppbygdar, so at tær sampakka væl við føroysk umhvørvisviðurskifti og taka hædd fyri møguligum og ítøkiligum avleiðingum, sum kunnu standast av eini tunnilsbygging og tilhoyrandi tunnilskervum og vegakervum. 

 

Tí krevja vit, Føroya Umhvørvis- og Náttúrufelag, Føroya Fuglafrøðifelag og Hagafelagið, at nøktandi fígging verður sett av til hetta arbeiðið, sum vónandi eisini styðjar undir raðfestingini av grundleggjandi náttúruvitan í Føroyum. Eisini krevja vit, at hesar standardiseraðu umhvørvisárinsmetingar verða ásettar í lóg í hesi verkætlan og øllum komandi verkætlanum, sum fara at hava eina ávirkan á náttúruna. 

 

Ein meting, sum er fíggjað og samskipað av pørtum við vinnuligum áhugamálum, kann ikki metast sum óheft. Vit sóu hetta við Sandoyartunnilinum, har tað varð sagt, at umhvørvisatlit vóru tikin, men kortini endaðu mýrilendi á Sandi undir gróti. Uttan eina standardiseraða umhvørvisárinsmeting er úrslitið til dømis eins og vindmylluverkætlanin í Klivaløkshaga á Sandoynni, har tað m.a. vísti seg, at kanningin ikki hevði tikið atlit til ferðingina hjá fuglunum í økinum. Við eini slíkari tilgongd er ógjørligt at viga og lýsa árinini á náttúruna í tann mun, sum er neyðugt, fyri at kunna tryggja, at neyðugu atlitini verða tikin í eini byggiverkætlan sum við Suðuroyartunnilinum.

 

Góðkennandi mynduleikin (í hesum føri Umhvørvisstovan) eigur at gera standardiseraðar vegleiðingar fyri, hvussu ein slík umhvørvisárinsmeting eigur at fara fram og eigur eisini at hava ábyrgd av, at tær verða gjørdar á einum fakliga góðum og óheftum støði. Hesar vegleiðingar eiga eisini at laga seg eftir, hvør verkætlanin er. Umhvørvisárinsmetingin og nágreinaðu umhvørvis-(og náttúruverndar) krøvini eiga at vera lýst, áðrenn verkætlanin fær loyvi at fara í gongd. Og verða hesi krøv ikki hildin, eigur tað at fáa avleiðingar fyri byggifyritøkuna.

 

Um standardiseraðar umhvørvisárinsmetingar, sum taka øll neyðugu atlitini, verða lógarkravdar, verður væntandi minni mótstøðu frá almenninginum. Ein umfatandi byggiverkætlan fær eina betri byrjan, tá politiska skipanin og almenningurin ikki enda úti í einum almennum stríði, og tá faklig, óheft náttúruvitan liggur til grund fyri verkætlanina. Bert tá kunnu náttúruvirði og samfelagsáhugamál vigast upp móti hvørjum øðrum, og einans tá ber til at skipa og umsita eina burðardygga samfelagsmenning, sum tekur atlit til náttúruna.

 

 

 

Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag, Føroya Fuglafrøðifelag og Hagafelagið

 

 

 

keldur:

 

https://lovdata.no/dokument/NL/lov/2009-06-19-100

 

Naturmangfoldloven §8–12

 

https://www.miljodirektoratet.no/ansvarsomrader/overvaking-arealplanlegging/arealplanlegging/konsekvensutredninger/

 

https://www.mfu.no/konsekvensutredninger