Hvat gert tú fyri at halda teg sunna?
- Eg eri vorðin rættiliga tilvitað um mína heilsu og at vera sunn, so eg havi orku og yvirskot til gerandisdagin, sum er rættiliga krevjandi til tíðir.
Tað sigur Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna í heilsumálum, nú vit í fleiri greinum, bæði í Sosialinum og her á In.fo fara at seta fokus á heilsu.
- Eg raðfesti góðan mat við nógvum grønmeti, venji reglugliga (styrki, renni og yoga), dyppi og fari í sauna alt árið. Eri limur í Sjódypp í Suðuroynni, sum hevur syrgt fyri, at vit hava fantastiskar umstøður í Tjaldarvík við einum flottum baðihúsi.
Súsanna heldur, at tað neyvan er nakað sauna í heiminum, sum hevur so vakurt útsýni sum tað í Tjaldarvík.
- Góður svøvnur hevur eisini stóran týdning fyri meg, og eg fari sum oftast tíðliga í song. Mær dámar eisini væl at binda, sum hevur jaliga ávirkan á nervaskipanina og gevur ró í sinnið. Tá hetta er sagt, so dámar mær eisini væl at liggja á sofuni við einari góðari bók ella einum góðum filmi og eta okkurt lekkurt.
Hon leggur aftrat, at hetta seinasta ger hon kortini ikki so ofta, tí hon sum landsstýriskvinna hevur nógv um at vera.
- Eg havi ongantíð verið nakað ítróttafólk og eri púra hopleys við einum bólti. Eg gjørdi fimleik og svam sum sum barn, men gavst tíðliga. Eg orkaði ikki fyri ítrótti í fólkaskúlanum, tí bóltspøl vóru altíð á skránni, og tað dugdi eg ikki.
Súsanna Bertholdsen vísir á, at tað var ikki, fyrr enn hon gavst at roykja fyri 13 árum síðan, at hon av álvara gjørdist tilvitað um sína heilsu og fór at raðfesta heilsuna.
- Eg raðfesti rørslu og heilsuna fyri mína egnu skyld og gangi ikki so høgt uppí at avrika upp á tíð ella í kilometrum. Eg máti úrtøkuni í mínari vælveru og mínum yvirskoti, sigur hon.
##med2##
Hvønn týdning heldur tú, at rørsla hevur?
- Fyri meg hevur rørsla sera stóran týdning. Um eg niðurraðfesti rørslu ov leingi, so merki eg tað beinanvegin, bæði kropsliga og mentalt. Eg orki minni, havi minni yvirskot, og avbjóðingar tykjast enn størri.
Hevur tú tað betur likamliga og sálarliga við at verða virkin?
- Fyri meg er tað eingin ivi um, at eg eri so nógv betur fyri, bæði kropsliga og sálarliga, tá eg eri virkin. Eg eri ein nógv betur útgáva av mær sjálvari, tá eg havi yvirskot, og tað yvirskotið fái eg av at hava eginumsorgan.
Og Súsanna Bertholdsen endar við hesum orðum:
- Fyri meg merkir eginumsorgan at hava góðar relatiónir við konstruktivum práti, góðum svøvni, rørslu og heilsugóðum mati, sigur landsstýriskvinnan í heilsumálum.
##med3##