Her sæst ein partur av bátafylginum, sum stevndi úr Skálafirði og út á Toftir um middagsleitið í dag. Bátafestivalurin á Toftum, er samstundis ársins fyrsta bátastevna

Tað er nógv at fara til á Toftum í dag

Ársins fyrsta bátastevna er á Toftum í dag, og her verður nógv gjørt burtur úr

Her sæst ein partur av bátafylginum, sum stevndi úr Skálafirði og út á Toftir um middagsleitið í dag. Bátafestivalurin á Toftum, er samstundis ársins fyrsta bátastevna

Nú bátarnir eru komnir til bryggju, harmonikutónleikur hevur verið niðri við bátahylin, vælkomstrøða er hildin, og fólk hava fingið góða suppu, hald tiltøkini fram á bátafestivalinum á Toftum.

 

Harmonikutónleikur hevur eisini sjungað í tjaldinum; her hevur verið kaffisøla, tombola, og pylsuvognurin er opin á stevnuøkinum, umframt at skattaveiða hevur verið fyri børnum. 

 

Klokkan 15 byrjaði sølan av vælumtóktu festivalbúffunum. Menninir í Undirhúsinum hava sungið í tjaldinum., og her hava eisini Martin Joensen og síðan Helena Eiriksdóttir verið á palli.

 

Og nú klokkan 17.15 fara Tinganest á pallin og seinni í kvøld Jógvan Ingvard Hansen.

 

Klokkan 18 fer Hilmar Jan Hansen at undirhalda í tjaldinum, og hann er altíð góður.

 

Í kvøld klokkan 19.30 til 21.30 verður syngið-við-tiltak saman við Fuglafjarðar Harmonikufelag.

 

Stóra tiltakið á skránni í kvøld verður afturvendandi stórdansurin við Halluri Joensen Band, sum savnar fleiri hundrað fólk. Dansitiltakið byrjar klokkan 23 og heldur fram  til klokkan 04.

 

Eitt annað tiltak, sum eisini er á skránni á Toftum í dag, og Betri-deildardysturin á Svangaskarði nú klokkan 17 millum B68 og 07 Vestur.

 

##med2##

 

Her sæst ein partur av bátafylginum, sum stevndi úr Skálafirði og út á Toftir um middagsleitið í dag. Bátafestivalurin á Toftum, er samstundis ársins fyrsta bátastevna

Stóra tiltakið á skránni í kvøld verður dansurin við Halluri Joensen Band, sum savnar fleiri hundrað fólk