Tað var nógv leysakrút á Balkan

Málleysur javnleikur á útivølli ber við sær, at klaksvíkingar hava møguleika at vinna seg víðari í Conference League

Tað endaði málleyst, tá ið KÍ í kvøld spældi á útivølli ímóti Radnicki 1923 í Kragujevac í Serbia. Tað var eitt gott úrslit hjá KÍ, sum spældi í nógvum hita.

 

Tá ið dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð, høvdu heimamenninir orsøk til at iðra seg, meðan KÍ spælararnir drógu andan lættari. Teir høvdu í seinna hálvleiki verið undir øgiligum trýsti, og heimaliðið spældi seg til fleiri góðar málmøguleikar, uttan at tað eydnaðist teimum at skora.

 

Høvuðsorsøkin var, at heimamenninir vóru so óneyvir í teirra royndum ímóti málinum. Bæði tá ið teir vóru í góðum støðum í brotsteiginum, og tá ið teir royndu við langskotum, høvdu teir ilt við at raka málið.

 

Undan steðginum gekk tað javnt á, og tá var KÍ onkrar ferðir í góðum støðum, uttan at tað eydnaðist at fáa mál.

 

Eftir hvíldina spældi heimaliðið væl skjótari, enn tað hevði gjørt í fyrra hálvleiki. Tað bar við sær stórt trýst á KÍ. Men klaksvíkingur hildu høvdið kalt. Teir vóru støðugt væl skipaðir í verjupartinum, og so var Sebastian Linnet John sera stinnur millum stólparnar.

 

Innskifti Daniel Johansen hevði eftir innlegg úr høgru góða roynd við høvdinum, men málverjin bjargaði, og í evstu løtu varð Árni Frederiksberg í góðari støðu eitt sindur til vinstru. Hann royndi seg við skoti við høgra beini, og málverjin bjargaði.

 

Um tað verður KÍ ella Radnicki 1923, sum fer at vinna seg víðari í kappingini verður avgjørt um eina viku, tá ið KÍ í Klaksvík fær vitjan av Radnicki 1923.

 

KÍ: Sebastian Linnet John – Jóannes K. Danielsen, Odmar Færø, Deni Pavlovic, Gaston Tellechea, René Shaki Joensen – Árni Frederiksberg, Hallur Hansson, Jákup B. Andreasen, Patrik Johannesen – Páll A. Klettskarð