Tað verður dýrari at keypa í Rúsuni

Rúsdrekkasøla Landsins hækkar nú prísirnar á øllum vørum

Frá mánadegnum at rokna verða allar vørur dýrari í Rúsdrekkasølu Landsins.

Tað veit útvarpið hjá Kringvarpinum at siga.

Príshækkingin verður ymisk, alt eftir hvør vøran er.

Sambært útvarpinum er avlopskravið hjá Rúsuni er hækkað 1,7 milliónir krónur frá í fjør til í ár.

– Kravið í ár er 20,3 mió. kr - í fjør var kravið 18,6 mió. kr., og tað avlopið megnaði Rúsan akkurát at røkka, sigur Oddbjørg Højgaard, sigur Oddbjørg Højgaard, stjóri í Rúsdrekkasølu landsins, við útvarpið.

Hon sigur víðiar, at hækkingin kemst av, at samsvar ikki er millum útreiðslur og inntøkur.

Sølan í Rúsuni minkaði í fjør samanborið við 2023.